Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

18. nov 2021

LONGD FREIST: Námsfrøðingar til Skúlan á Fløtum

DAGFØRING: Feistin er longd til sunnukvøldið 12/12-21 kl 23:59 

Tíðaravmarkað størv sum námsfrøðingur í Skúlanum á Fløtum eru leys at seta frá 4. januar og skúlaárið út.

Um skúlan
Í Skúlanum á Fløtum ganga væl oman fyri 700 næmingar í 1. – 9. flokki. Bygnaðarliga er skúlin skipaður við trimum flokkum í hvørjum árgangi í 1. - 7. flokki og seks flokkum í ávikavist 8. og 9. flokki, umframt tvey sertilboð. Starvsfólkahópur skúlans, ið eru lærarar, námsfrøðingar, skrivstovufólk, heilsufrøðingar, reingerðarfólk, húsavørðir o.o., fevnir um stívliga 100 starvsfólk. 

Virðisgrundarlag skúlans byggir á trivnað, treysti og áræði, viðurkennandi námsfrøði og felagsskapin; í einum læruumhvørvi, ið rúmar bæði hondum og huga. Til ber at lesa um mið og mál her: https://saf.fo/mid-og-mal 

Skúlin slóðar fyri og tekur lut í fleiri undirvísingarligum átøkum og verkætlanum. Innan serøkið fevnir skúlin um Sertilboðið 4-10, Lopfjølina og eina væl virkandi førleikastovu.

Um starvið
Starvið sum námsfrøðingur í Skúlanum á Fløtum fevnir um at saman við lærarum og námsfrøðingum at skipa skúladagin hjá næmingum í grunddeild og lutvíst miðdeild, ið hava avbjóðingar við at hava ein góðan skúladag og eina skynsama skúlagongd í samljóð við mið og mál skúlans. 

Starvið krevur nakað av fyrireiking og eginleikar at kunna laga seg til tað, sum dagurin hevur at bjóða.

Førleikakrøv
Skúlunum tørvar ein námsfrøðing, ið er:

arbeiðshugaður, nærlagdur, tekur ábyrgd, samstarvshugaður, sær møguleikar og leggur dent á felagsskapin

Tann, ið settur verður í starvið, skal hava námsfrøðiliga útbúgving, og viðkomandi royndir í fólkaskúla kunnu vera ein fyrimunur. Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, kann annar umsøkjari setast í starv. Størvini kunnu eisini býtast sundur í smærri lutir, sum størvini skulu kombinerast við onnur seinnapartsstørv.

Setanarviðurskifti
Starvsøkið er er Skúlin á Fløtum.

Talan er um tíðaravmarkað størv, annað við setanarbroti á 0,64 og hitt við setanarbroti 0,5 sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag, Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Námsfrøðingurin er løntur sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Pedagogfelag.

Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.

Umsóknir
Umsókn saman við avriti av prógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal vera Regini Marnersyni, skúlastjóra, í hendi í seinasta lagi (hósdagin 2. desember 2021.) LONGT TIL 12/12/2021 kl 23:59

Umsóknin verður stílað til:

reginm@saf.fo; frámerkt "Starv, námsfrøðingur".

Minst til at viðmerkja í umsóknini, hvat setanarbrot søkt verður um.

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Regin Marnersson, skúlastjóra tlf. 216676 ella Marilyn Danielsen, varaskúlastjóra við ábyrgd av serøkinum, á tlf 263845.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar