Tíðindi
Samrøða við Reagan
Røða skúlastjórans til prógvhandanina
TEY Í 6. A TAKKAÐU SJÚRÐI
SANGLØTA OG SO SUMMARFRÍ
FRÁ 1.B OG 1.E: LÍV Í BACALAO
PRÓGVHANDAN
DUGNALIGA VERA
AFTUR Í VÍKINGATÍÐINA
Oddfríður hevur hesa frásøgn til heimasíðuna:
Hesa vikuna hava teir báðir 7. flokkarnir, sum eru í skúla, havt um víkingatíðina. Næmingarnir hava skrivað rúnir, teir hava greinað Brestiskvæðið og kvøtt tað. Teir hava lært seg norrønt.
Næmingarnir endaðu við at halda ting. Har hava teir verið í hólmgongu. Tveir næmingar, Andreas hin kula Leyvan og Karl hin heimsleysi Úlvurin, fóru í hólmgongu, og løgsøgumaðurin, Rókur, helt skil á lógum og reglum. Karl hin heimleysi Úlvurin hevði stolið ein hvítan hest frá Andreasi hini kulu Leyvuni. Karl vildi vera við, at hesturin datt á grilluna hjá sær. Tað kundi hann ikki gera við, so at endin var, at teir báðir fóru í hólmgongu, har Karl hin heimleysi Úlvurin vann. Men Andreas hin kula Leyvan varð so illa løstað, at leyvan kláraði ikki dagin.
Eisini hava næmingar blóta. Tað bar illa til at fáa fatur á einum oksa, so teir máttu bara ofra ein grís. Síðani varð blóðið av grísinum slett millum áskoðararnar.
Síðani las vølvan upp. Hon spáddi eina hampiliga framtíð fyri tey flestu.
Myndir og upptøka: omr

























