Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

02. jun 2021

ÍVERKSETAN Í 8. FLOKKI

Margreth er lærari í 8. flokki, og hon sigur við heimasíðuna, at í  gjár var íverksetaradagur fyri næmingunum í árganginum.

Íverksetarahúsið skipaði fyri einum øðrvísi og samansjóðandi skúladegi. Næmingarnir vórðu settir  í tilvildarliga blandaðar bólkar, sum fyrst funnu sær eitt navn og síðan, hvør í sínum lagi, fóru at arbeiða við hugskotum. 
 
Í bólkinum  Parkering.fo vóru Rúni, Emma, Sára og Sarah. Tey  arbeiddu við eini app, ið skal gera tað lættari  at finna  tøk parkeringspláss, hvar enn í landinum, tey eru. Parkering.fo vann 1. plássið. Bólkurin Traðkarin gjørdist nummar 2. Dávur Lucas og Torkil, mannaðu bólkin, og teir  vildu gera eitt tól, ið ger tað ómakaleyst at lata hurðar upp. Hugskotið er sera snilt, í staðin fyri at nerta hurðina  við hondunum, skulu fólk nýta fótin, traðka niður á tólið, og so fer hurðin upp.
 
Íverksetan er liður í undirvísingini, og hvørt ár er íverksetarakapping millum skúlaflokkar í landinum.
 
Vitja heimasíðuna hjá Íverksetarahúsinum HER.
 
Myndir: MVE

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar