Tíðindi

11. mai 2021

SANGLØTA

10. mai 2021

HUGNALØTA Í 5.a

08. mai 2021

Okkara BergurS valdur í nevndina í lærara­felagnum

06. mai 2021

SSP ger stóran mun, men foreldr­ini eru fremstu  fyrimyndirnar

05. mai 2021

GLOYMD KLÆÐI

04. mai 2021

87 KG AV BURTURKASTI RUDDAÐ Á SKÚLANS ØKI

27. apr 2021

ARNÓRA FIMMTI

20. apr 2021

FYRRVERANDI NÆMINGUR HEVUR GJØRT FILMSTEKNIRØÐINA SKÚLA SCAM

Skúla Scam er føroysk teknifilmsrøð, ið varir umleið ein tíma. Tóki Jansson úr Havn hevur teknað, leikstjórnað, skrivað handrit og lagt røddir til fleiri av figurunum í Skúla Scam. Leggjast kann afturat, at Tóki hevur gingið í Skúlanum á Fløtum, í sertilboðnum 4-10, sum tá var í Gula skúla við Landavegin. Nú er skúlatilboðið flutt í gamla Argja skúla, men er framvegis partur av Skúlanum á Fløtum.
 

Jónas í Dali Wagner hevur framleitt filmin. Hetta er fyrsta føroyska teknifilmsrøðin, ið gjørd er av einum skúlanæmingi, og tað fyrsta føroyska tilfarið, ið er víst á danska undirvísingarportalinum fyri børn, Buster.dk – tað var í september 2020.
 
Tóki Jansson fór sum 15-ára gamal í gongd við at gera teknifilmsrøðina við heitinum Skúla Scam. Teknifilmsrøðin snýr seg um tríggjar skúlanæmingar, Pætur, Sólskin og Bob, ið møtast, tá ið tey skulu byrja á einum nýggjum skúla. Skúlin vísir seg at vera sera løgin og ræðandi, alt er øðrvísi enn tey eru von við. Tímarnir eru stuttir og fríkorterini eru long. Tey seta sær fyri at kanna, hvat gongur fyri seg í skúlanum.

Jónas í Dali Wagner frá Filmshúsinum hevur verið vegleiðari hjá Tóka, meðan hann hevur gjørt Skúla Scam. Jónas í Dali Wagner er fyrrverandi leiðari av fiktionsinstruktør-útbúgvingini á Den Danske Filmskole.

Tóki bleiv liðugur við Skúla Scam á heysti í 2020, tá var hann 17-ára gamal, tað mesta gjørdi hann sum 15-16 ára gamal. Frumframførslan var 16. september í fjør  í Havnar Bio fyri innbodnum skúlaungdómum og øðrum. Eftir tað fóru Tóki Jansson og Dina Poulsen, ið leggur rødd til gentuna Sólskin í røðini, saman við øðrum umboðum úr Føroyum til Danmarkar, har teknifilmsrøðin hevði fyrstu framførslu uttanlands, tá ið hon  varð víst alment á Buster Filmfestivalinumfyri donskum skúlanæmingum úr miðdeild og hádeild.

Skúla Scam hevur verið fyri atfinningum fyri at nýta óhóskandi málburð og fekk tí ikki almennan føroyskan stuðul, men ungi filmslistamaðurin sigur, at hann bara avmyndar ein veruleika, sum er. Filmurin  hevur elvt til kjak á sosialu miðlunum og  hevur eisini fingið umrøðu í viðurkendum miðlum uttanlands.

Julia Kálvalíð hevur gjørt ein film um ungu eldsalina. Filmurin varð vístur í KVF hóskvøldið og hann kann síggjast HER.

Sera hugaligt at hitta fyrrverandi næmingini á almenna pallinum, har hann vísir seg sum slóðara, ið kann koma at hava stóran týdning fyri okkara land, í tíðini, ið kemur. Hjartaliga til lukku við fína avrikinum, Tóki, og góðan byr.

(Heimildir: Wikipedia&SáF)

Office 365
Matpakkin
K-skíggi
I-bók
Flokkar