Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

23. mar 2021

STARVSFÓLK VITJAÐU SKÚLAR NORÐANFYRI

Fríggjadagin vóru starvsfólk  og vitjaðu tveir skúlar, nevniliga Skúlatrøð og Skúlan við Streymin,  ið  hava verið ígjøgnum líknandi tilgongdir sum okkara skúli. Á middegi gekk leiðin umvegis Eysturoyartunnilin til Klaksvíkar, har skúlastjóri og starvsfólk tóku ímóti. Skúlatrøð og Skúlin á Fløtum eru javnstórir skúlar og hava nógar felags spennandi avbjóðingar. Eftir framløgur, kunning og ein góðan kaffimunn gekk leiðin til Oyrarbakka, har leiðsla og starvsfólk eisini vóru til reiðar at taka ímóti, vísa fram og greiða frá. Hóast Skúlin við Streymin er væl minni enn okkara skúli, o.u. 230 næmingar, so tó nógv sum dregur sama veg sum á Fløtum, eitt nú . samanleggingar, og tað at næmingar koma á skúlan frá øðrum skúlum

Væl mettað av kaffi, køkum og fjølbroyttum inntrykkum varð koyrt suður aftur á Fløtur, har tónaduettin Marius stóð tilreiðar at føra fram  fyri vælnøgdum, lærarum, námsfrøðingum og húsavørði. Fylt við tónum kundu fólk sessast til ein bita á starvsfólkastovuni eftir ein frálíkan seinnapart norðanfyri.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar