Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

26. jan 2021

ÁRSINS VITANARFRÓÐU 2021

Kappingarráðið bjóðar øllum næmingum at vera við í granskarakappingini Ársins Vitanarfróðu. Tey lýsa kappingina soleiðis:

Hava tit hug at vera við, mugu tit byrja at hugsa um evni at granska og fyrireika tykkum. Freistin at senda tilfar inn til kappingina er 23. apríl 2021. Tilfarið skal sendast inn við telduposti til gransking@gransking.fo 

Krøv

Tit mugu arbeiða saman sum flokkur ella í minsta lagi 5 næmingar. Tit kunnu granska okkurt, sum undrar tykkum. Nýtið arbeiðsháttin hjá Vitanarfróða og Vitanarfróðu. Skrivið eina frágreiðing um tykkara gransking og sendið okkum hana.

Tit kunnu granska tað, tit hava hug til og í øllum lærugreinum. 

Les meira um kappingina HER

Vinningar

Allir flokkar, sum luttaka, fáa prógv fyri, at teir hava verið við. Flokkurin, sum vinnur kappingina, fær virðisløn á 5000 kr., heiðurin at nevna seg Ársins Vitanarfróðu og vitjan av einum granskara.

Íblástur frá Nysgjerrigper

Ársins Vitanarfróðu er skipað eftir leisti hjá Nysgjerrigper í Noregi. Vit hava gjørt skipanina einfaldari og lagað hana til føroysk viðurskifti. 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar