Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

08. jan 2021

Kunningarfundur um forskúla og 1.fl

Góðu foreldur og avvarðandi

Á heimasíðuni torshavn.fo er opið fyri tilmelding til forskúla og 1.fl. Henda tilmelding er opin til 17/1-2021.

Í samband við innskrivingina verður skipað fyri kunningarfundi. Hesir kunningarfundir eru ásettir at vera hósdagin 14/1. 

Fundirnir eru skipaðir í samráð við Pál Weihe. 

Fundur um forskúla verður kl 17 og kl 18. Fundur um 1.fl fyri foreldur, ið ikki hava børni í forskúlanum verður kl 19. Fundur fyri foreldur at børnum í forskúlanum verður seinni í vár. (Um lýstu fundirnir verða fult teknaðir, verður skipað fyri eyka kunningarfundi)

Umframt leiðsluna verða starvsfólk úr forskúlanum, skúlanum og frítíðarskúlanum eisini við. Høvi verður at spyrja tey um eitthvørt, um tit eru forvitin um eitthvørt.

Tilmelding til kunningarfundin er neyðug, tí plássið er avmarkað. Tilmelding fer fram við at ringja til skrivstovuna á 30 23 45 millum kl 8 og 15 gerandisdagar og boða frá luttøku.  Mælt verður til at bara annað foreldrið at barninum møtir til kunningarfundin. 

Tit kunnu eisini lesa eitt sindur um forskúlan hesum kunningarskrivinum

Vinarliga

Regin Marnersson, skúlastjóri og Hildur Hermansen, frítíðarskúlaleiðari

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar