Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

01. des 2020

3. A: ÁHUGAVERDAR FRAMLØGUR

“Lego er komið úr Danmark. Lego merkir spæl væl á donskum. Lego varð uppfunnið av einum manni, ið eitur Ole Christiansen  í 1932. Legoland liggur í Billund, tí tað var  har Ole Christiansen búði....”

Heimasíðan er á vitjan í 3.a, og orðini omanfyri er inngangurin í eini væl frágingnari  framløgu um heimskendu donsku leikakubbarnar. Seinastu vikuna hava næmingarnir í 3.a nevnliga  lært um, hvussu framløgur skulu gerast og hvørji amboð kunnu nýtast í tí sambandi. Eyðsýnt er, at Askur er øgiliga væl fyrireikaður, hann veit ein hóp um evnið, og dugir væl at gera tað spennandi.

“Í Føroyum eru 150 sløg av firvaldum, og í øllum heiminum eru 150.000. Ein firvaldur er fyrst egg, so ormvera, so reivvera og so endiliga firvaldur...,” ljóðar boðskapurin frá Natasju og Beru, sum nú hava orðið. Nógv nýtt og áhugavert er at fáa at vita frá teimum báðum, og hinir næmingarnir sita sum á nálum og lurta. "Takk fyri at tit lurtaðu," soleiðis enda tær sína framløgu.

Væl nøgd stýrir Annvør flokslærari framløgunum, sum hesir ungu næmingarnir royna á fyrsta sinni. Øll skulu leggja fram, og tey næstu skulu nú framat, men onkur tøknilig avbjóðing er við at opna powerpointið. “Tað er ikki verri enn so,”  sissar flokslærarin ótolnu næmingarnar, “vit finna út av tí í morgin, um tað ikki vil lata seg upp í dag...”

Heimasíðumaðurin vendur aftur til sítt pláss á bókasavninum og framløgurnar við fjølbroyttum og spennandi evnum halda fram. Okkurt verður um hundar, okkurt um uppfunnar verur og okkurt annað við. 

Myndir: ani&jvú

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar