Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

  • Fyrrverandi skúlastjórin saman við fyrrverandi starvsfeløgum. F.v. Jörgin, Torfinn, Annika, Niels og Fríðhildur
  • Natti hyggur inn til Jens Chr., fyrrverandi starvsbróðir
  • Heilsar upp á Dagny, sum eisini hevur arbeitt saman við Natta
  • Teir minnast gamlar dagar, Jens Chr. og Natti
  • Hanus Joensen var seinasti stjóri í Kommunuskúlanum og fyrsti skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum. Her saman við konuni Brynhild á hátarhaldinum 3. nov.
26. nov 2020

FYRRVERANDI SKÚLASTJÓRI VITJAÐI


Nú ein dagin kom  fyrrverandi skúlasstjórin í Venjingarskúlanum inn á gólvið at hyggja at nýggja skúlanum á Fløtum. Sum vera man nýtti hann samstundis høvi  at heilsa upp á fyrrverandi starvsfelagar, sum stórliga fegnaðust um løtuna. Skúlaáhugaði gesturin var bæði bilsin og ovfarin av góðu umstøðunum og stásiligu kørmunum.
 
Natti, sum hann eisini verður nevndur manna millum, er ein av royndastu skúlafólkum í landinum, hevur verið skúlalærari, varaskúlastjóri og skúlastjóri bróðurpartin lívinum, øll árini í Venjingarskúlanum. Samstundis hevur hann fingist  við at umseta og skriva og hevur tannvegin eisini dugna ættarliðum av fólkaskúlanæmingum.  Og tey, ið fylgdu við ítrótti í 70 árunum, minnast hann sum ein av  ídnastu hondbóltsspælarum í landinum m.a. saman við Hanusi Joensen og Sverra Jacobsen, sála, sum báðir hava bond til okkara á Fløtum eisini.  
 
Natti fór frá fyri fleiri árum síðani, og tá fekk hann høvi at royna seg sum politiskan floksskrivara í eina tíð, gamaní í øðrvísi umhvørvi, enn hann var vanur við sum lærari, men spennandi kortini. Men beint áðrenn Kommunuskúlin og Venjingarskúlin løgdu saman í august 2015,  vóru boð eftir skúlamanninum á Ternuryggi, og hann vendi aftur at vera í nakrar mánaðir. Venjingarskúlin lá nevniliga í stjóraloysi og skikkað fólk mátti í stjórasessin -  góða loysnin varð vald. 1. januar í 2016 gjørdust Kommunuskúlin og Venjingarskúlin ein og sami skúli, sum hálvt ár seinni fekk navnið  Skúlin á Fløtum. Fyrrverandi skúlastjórin hevur síðani tá notið sítt otium saman við konuni Oddvá, ið eisini er eftirløntur lærari.
 
Niels Torkil Nattestad var sostatt seinasti skúlatjórin í Venjingarskúlanum. Seinasti skúlastjórin í Kommunuskúlanum var Hanus Joensen, sum við samanleggingini gjørdist fyrsti stjórin í Skúlanum á Fløtum.

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar