Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

25. okt 2020

Uppstillingarfundur í Skúlanum á Fløtum týsdagin 27/10

Vilt tú hava ávirkan á, hvat barn títt lærir í skúlanum, og hevur tú eina meining um, hvørji undirvísingaramboð skúlin skal brúka, um setursskúlar, kantinu í skúlanum, sertilboð, samskifti millum heim og skúla ella kanska og hvørjar fysiskar ábøtur skúlanum tørvar, so kanst tú stilla upp til skúlastýrisval.

Tí ert tú vælkomin á  á uppstilligarfund til skúlastýriðvalið í eindini á Argjum (gl. Argjaskúli) týskvøldið 27/10 kl 19:00-19:45. Á fundinum ella beint eftir fundin ber til at gera uppstillingarlistar ella at stilla einstøk valevni upp. 

Foreldur hava ein stóran leiklut í skúlagongdini hjá einstaka barninum. Tit eru við til at skapa tryggleika,  trivnað og læring. Samskifti og samstarv millum skúla og heim hevur tí alstóran týdning, bæði fyri menningina hjá einstaka barninum og menningina hjá skúlanum sum heild.

Samstarvið fer fram í gerandissamskifti millum skúla og foreldur, men við foreldraumboðunum í skúlastýrinum kunnu tit foreldur eisini fáa beinleiðis ávirkan á, hvussu gerandisdagurin í skúlanum verður skipaður. Øll foreldur við foreldramyndugleika hjá børnum, sum eru skrivað inn í ein ávísan skúla, hava valrætt og valbæri.

Skrá:

19:00 Skúlastjórin og formaðurin í valnevndini, Regin Marnersson, bjóðar vælkomin. 

19:10 Foreldraumboð í fráfarandi skúlastýri greiða frá leiklutinum hjá foreldraumboðum í skúlastýrinum

19:20 Kjak um skúlastýrið, foreldraávirkan og hvat eitt komandi skúlastýrið eigur at leggja dent á

19:45 Fundarlok og møguligir uppstillingar listar verða gjørdir og valevni kunnu stillast

 

Síggjast á Argjum

Regin Marnersson, formaður í valnevndini til skúlastýrið fyri Skúlan á Fløtum

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar