Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

20. okt 2020

SAMANSJÓÐING Í 8.Ð, GULA BÓLKI  

Vanliga fara 8. flokkarnir á setursskúla fyrstu vikuna í skúlaárinum. Ikki lesaranum at siga, so stóð koronan í vegin í ár. Foreldraumboðini í 8.ð gula bólki, bóðu tí um loyvi at læna eindina á Argjum til eitt samansjóvingartiltak í staðin.  Tey skriva soleiðis til heimasíðuna:
 
Vit vóru sera heppin við veðrinum hendan dagin fyrst í hesum mánaðinum. Sólin skein og tað var stilt, so ætlanin við at spæla spøl í Sandágerði rakti plett. Flokkurin spákaði oman beint eftir skúlatíð, og tey fingu góðar nýbakaðar bollar við smøri, sum Rúnar smurdi av sínum einslystum. Ímeðan fyrireikaði Annika stafettkapping og næmingarnir, ið BergurR flokslærari hevði skipað í 4 bólkar, forvitnaðust um, hvat skuldi henda. Fyrst runnu tey aftureftir eina rundu og síðani við einari súpuskeið við einum eggi í, sum ikki mátti brotna. Tey vórðu so tvey og tvey bundin saman við vinstra og høgra beini og skuldu renna saman, fyltu so vatnkannur við evarska lítlum plastgløsum og at enda var togtogan. Næmingarnir stríddust óført og kappingin var sera jøvn.
 
Tá ið stuttliga løtan í Sandágerði var liðug, varð  farið niðan í skúlan, har ungdómarnir hugnaðu sær við spølum, teldum og snildfonum, áðrenn tey fingu pitsu at eta. So var spurnakapping, har bólkarnir hvør í sínum lagi skuldu svara rættiliga  almennum spurningum. Tey vóru eldhugað í øllum og løgdu nógv í at klára allar avbjóðingar. Sum vinning fingu bólkarnir hvør sítt gávukort til bovling. Og hetta fara tey at brúka ein av døgunum nú  beint eftir heystfrítíðina.

Foreldraumboðini takka Bergi, hjálpsomu og positivu foreldrunum og næmingunum fyri løtuna og vóna, at hon eisini var næmingunum góð.
 
(Myndir: Annika W. Joensen og Rúnar Reistrup)

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar