Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

19. okt 2020

SUM MÓSES KOM HANN AT GÁTTINI, MEN IKKI INNUM

Seinnapartin fríggjadagin fyri heystfrítíðina var fráfaringarsamkoma fyri Erlandi Ludvig, lærara, sum nú er farin frá við eftirløn. Erland hevur starvast í Venjingarskúlanum / Skúlanum á Fløtum síðani fyrst í 80 árunum: Sum ein  sjónligur bjartur viti hevur hann víst vegin fyri uppvaksandi ættarliðum.  

Flest allir starvsfelagar vóru  saman við Erlandi, konuni Beintu, døtrum og versonum henda serstaka seinnapart. Skúlin borðreiddi við smyrjibreyði, gávur vórðu handaðar og fleiri røður vórðu hildnar. BergurR hevði sett nøkur stuttlig lýsandi orð upp á rím til Erland, sum fjøldin sang honum til heiðurs.  Eftirløninginum sjálvum  hevur  aldri  fattast orð, og tí kom tað als ikki óvart á, at hann var ein av teimum, ið tók orðið. Nú fara vit ikki at endurgeva alt sum var sagt, Kristjan hevði nøkur góð orð til vinin og strarvbróðirin, Annvør somuleiðis. Men røðuna hjá stjóranum taka vit við,  og niðaðst er kemur sangurin  hjá BergiR.


Regin segði soleiðis:
Tá eg standi her í dag og skal takka tær fyri títt lívsverk, so hugsi eg, at tú ert ein maður, sum bæði er eitt barn av síni tíð, men so sanniliga eisini framman fyri tína tíð. Kann kanska nevna, at tú manst vera ein tann fyrsti námsfrøðingurin í føroyska fólkaskúlanum. Men tað bleiv læraraútbúgvingin og skúlaverðin, ið bleiv bulurin í tínum arbeiðslívi, og tað eru vit mong, sum eru takksom fyri. Bæði núverandi og fyrrverandi starvsfelagar, og so ikki minst tey ættarliðini av næmingum, tú hevur borið ígjøgnum. So tað er í takksemi og sorgblídni, at vit heilsa tær farvæl í dag. Ein undarlig kensla at standa á Argjum og takka tær fyri, tí eftir ætlan so stóðu vit úti á Fløtum í dag. Men so skuldi ikki vera.


Eins og Móses leiddi ísraelsfólk úr Egyptalandi gjøgnum oyðimørkina móti Kánan - lovaða landinum - soleiðis hevur tú eisini leitt náttúruvísindaliga økið á okkara skúla úr Egyptalandi, her vit hava virkað undir øðrum harra á læraraskúlanum. Gjøgnum oyðimørkina við ongari stovu og trongum korum fram móti lovaða landinum. Og júst sum Móses, ið ætlaði at koma í lovaða landið, men bara kom at gáttini, so gjørdist lagnan hjá tær tann sama. Tú komst at gáttini, men ikki innum. So er spurningunin bara, um tú hevur funnið tín Jósva at leiða økið víðari.


Nakað heilt annað er so tað, at vit standa her á Argjum og seta punktum í hesum kapittlinum. Kanska er tað  lagnunar speisemi, tí at tað var júst her á Argjum, at tín yrkisleið sum lærari byrjaði, hóast tú størsta partin av tíðini hevur arbeitt í Venjingarskúlanum og seinni í Skúlanum á Fløtum.


Hvør er so Erland, og hvør var lærarin Erland? Eg kann siga fyri meg, at tú vart fyrsti starvslærulærarin, eg møtti.
Eg og Rubek báðir komu í tímapraktikk hjá tær ein góðan síðsummardag í 2001. Og tað var ikki hissini lærara, vit møttu. Vit báðir møttu eitt sindur spentir at frætta, hvar tín tá  7.flokkur var komin til í rokning, tí vit hugsaðu bara at halda fram. Men nei… ”Tit skulu ikki gera tað, sum eg geri. Tit skulu koma við tykkara tilfari og so yvirtaka tit tímarnar, og so skal eg nokk siga til, um tað er nóg gott. So tit taka bara evnið brot og prosent. So hava vit eina avtalu. Ha?” Og so var Erland horvin. Og har stóðu vit. Men eg veit ikki. Vit sluppu - Erlandi so líkt - ikki at yvritaka tímarnar. Hann var uppí alla tíðina, og vit arbeiddu saman og tvørtur um hvønn annan. Men hatta við at siga til, um okkurt ikki var nóg gott, har heltst tú orð. Tí tá vit onkran dag ikki ordiliga høvdu fyrireikað okkum, so var tað kontant við kassa 1.


So fyri meg vart tú ein fínur starvslærulærari, og tað veit eg, at tú eisini hevur verið fyri onnur. Takk fyri tað.
Eitt annað, sum eg hugsi um, tá ið eg hugsi um teg, Erland, er klokka. Um nakað so ert tú í skúlahøpi ikki klokkumenniskja. Tá tú situr bundin at onkrum saman við tínum næmingum ella við starvsfeløgum í t.d. alisfrøði,so er klokkan bara ein irriterandi faktor, sum brýtur okkurt ordiliga gott av. So eg vænti, at títt otium í nógv minni mun enn títt læraralív fer at verða klokkustýrt. Tíðin verður ikki longur ein faktor, og so kanst tú fordjúpa teg saman við tínum, sita í frið í aktivitetinum, tú ert í gongd við… Og so kanska tað, ið eg havi skilt, at tú gleðir teg mest til. At sleppa at vera B-menniskja í frið. At vera pensjonistur.


Tað minnir meg á eitt barnasitat, eg las einaferð, har ein genta er spurd, hvat ein pensjonistur er. Hon svaraði: "Ein pensjonistur er ein persónur, sum gremur seg um ikki longur at hava tað starvið, sum hann av fyrstan tíð ikki tímdi." Soleiðis hugsi eg ikki, at tú fert at vera. Tí hóast eg veit, at tú ert glaður fyri at fara inn í hendan nýggja kapittulin, so hevur tú verið glaður fyri títt arbeiðslív og kann lata tann kapittulin aftur við einum smíli. Tí tað er eisini eitt av tínum eyðkennum. Altíð eitt smíl. Altíð greiða hugsan um viðurskiftini; og altíð ein tørv á at siga hana  hart aftur við smílinum. Takk fyri árini, ómakin og hjartað tú hevur lagt í okkara skúla og 2 ættarlið av børnum í vesturbýnum.

Eg ætlaði at enda við einum sitati hjá Astrid Lindgren: ”Um tit ikki fara heim nú, men bara eru her alla tíð, so kunnu tit ikki koma aftur at vitja, og tað hevði verið spell.” Pippi eigur orðini og sigur tey við Tommy og Anniku, sum hon elskaði at fáa á vitjan. So góði Erland: Vit eiga framhaldandi kaffi á kannuni og veið meg, um vit ikki fara at tørva vikar onkran tíma í alisfrøði eisini. So vónandi fáa vit vitjan nakrar ferðir hesa næstu tíðina. Okkara hurð stendur í øllum førum opin. Takk fyri títt íkast. Vit vildu ikki verið tað fyriuttan.
 
Beinrakni og  stuttligi sangurin til Erland, sum BergurR hevur yrkt:
 
Við kvøðu …
Orð: C2H5OH
Lag: Skiparin lítli

1.    Vit savnað eru her í dag,
tí nú treingja vit til
at feira okkurt saman glað.
:/: Covid er ein ”shit-deal!” :/:
 
2.   Talan er um skilamann.
Ja, hann er eingin dári!
At práta, ja, tað elskar hann.
:/: Bringan full í hári. :/:
 
3.    At hann elskar vinarbreyð,
tað er eingin loyna!
Kassabilar og RAV 7
:/: ”Børn læra av at royna!” :/:
 
4.    Kaffislett á gólvi slóð
at skelda man ei nytta.
Skálkabros um varrar stóð:
:/: ”So er bert at spritta!” :/:
(* Takk til vaksikonur skúlans fyri hetta ørindi :-) )
 
5.    Um hálsin hann við turriklæð’
altíð gongur fattur.
Nú rennibreyt hann hevur sæð,
:/: hann fer at vitja aftur! :/:
 
6.    Um enn hár er nakað tunt,
er høvdið fult av viti.
Í lycra-klæðum rennur runt.
:/: Roynið nú og gitið! :/:

(Myndir: JVÚ)

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar