Tíðindi

20. okt 2020

Skúla­stýrisval 2020

25. okt 2020

Uppstillingarfundur í Skúlanum á Fløtum týsdagin 27/­10

23. okt 2020

“GÓÐAN MORGUN, VILJA TIT VERA OKKARA SPONSUR?”

22. okt 2020

TEY GERA DREGLAR

21. okt 2020

SPENNANDI, SPENNANDI...

20. okt 2020

SAMANSJÓÐING Í 8.Ð, GULA BÓLKI  

19. okt 2020

SUM MÓSES KOM HANN AT GÁTTINI, MEN IKKI INNUM

06. okt 2020

HENDA VIKAN ER "ABC VIKA"


Henda vikan er ABC VIKA FYRI SÁLARLIGA HEILSU. Fólkaheilsuráðið skipar fyri, og tey siga, at tey á sosialu miðlunum seta spurningar sum t.d.:

  • Hvat ger teg glaða/n?
  • Nær gjørdi tú seinast okkurt nýtt?
  • Hvat gevur tær orku?


Tá ið vit seta okkum sjálvum ella øðrum tílíkar spurningar, kann tað seta nakrar tankar í gongd. Vit taka okkum møguliga tíð til at hugsa um okkurt,  sum vit annars ikki geva okkum far um. Soleiðis kunnu vit menna okkara sálarligu heilsu.

Okkurt filmsbrot er eisini á skránni, har síggjast kann, hvat skapar gleði og innihald í lívinum hjá føroyingum.
Tey seta  eisini spurningar, sum kunnu vera hugskot til at gera okkurt, sum kann skapa gleði bæði fyri okkum og onnur. Spurningarnir kunnu vera ein áminning um at gera okkurt gott, t.d.:

  • Hevur tú minst til at ringja til ommu tína?
  • Hevur tú fingið fríska luft í dag?
  • Hevur tú tikið rusk upp av vegnum í seinastuni?

Harafturat verður skipað fyri kapping á facebookvanganum hjá ABC fyri sálarliga heilsu. Har kanst tú í orðum, myndum ella stuttum filmsbroti greiða frá, hvussu tú hevur styrkt tína egnu sálarliga heilsu ella sálarligu heilsuna hjá øðrum. Øll, sum luttaka, hava møguleika at vinna eitt gávukort á kr. 1.000 til bovling í Havn ella í Leirvík. Drigið verður mánadagin 12. oktober 2020.

Les meira á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum. Fylg slóðini HER

 

Office 365
Matpakkin
K-skíggi
I-bók
Flokkar