Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

21. sep 2020

Dagførd kunning í samband við koronatestir á skúlanum

Góðu næmingar, foreldur, avvarðandi og starvsfólk!

Sunnukvøldið vórðu 15 starvsfólk umframt allir næmingar í Ítróttarrásini testaðir. Hetta var krav frá myndugleikunum í sambandi við, at ein næmingur í Ítróttarrásini varð smittaður við kovid-19. Afturat hesum næmingum og starvsfólkum skulu næmingar í 9.fl í taka Støddfrøði C-stig á Glasi kannast saman við næmingum á Glasi mánakvøldið og aftur saman við Ítróttarrásini mikudagin.

Allar testirnar, ið vóru tiknar á Argjum sunnukvøldið, vóru negativar. Starvsfólkini og næmingarnir á Ítróttarás umframt næmingar í Støddfrøði C í 9.fl skulu tó framhaldandi vera í sóttarhaldi, til tey eru testað einaferð afturat.

Seinna testumfar verður mikudagin.

Tí skulu starvsfólkog næmingar í ítróttarrás og næmingar, ið taka 9.fl støddfrøði C møta aftur til test í FSF-húsinum mikudagin.

8.ía og 8.íp skulu møta kl 13:30 uttanfyri FSF húsið

9.fl Støddfrøði C, 9.ía og 9.íp skulu møta kl 14:00 uttanfyri FSF húsið

Starvsfólk skulu møta kl 14:10 uttanfyri FSF húsið

Samstundis heita myndugleikarnir á onnur í Skúlanum á Fløtum um at lata seg testa, um tey eru í iva um, tey kunnu verða smittað, so vit kunnu standa saman um at steðga smittuspjaðingini. Sóttarhald rakar kortini ikki hesi, meðan tey bíða eftir testsvari.

Vinarliga

Regin Marnersson, Skúlastjóri

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar