Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

21. sep 2020

VIT KUNNU GREINA HEIMIN GJØGNUM BÓKMENTIRNAR

 

FØROYAR LESA er átak, sum hevur til endamáls at varpa ljós á lesigleði og týdningin av at lesa, serliga á móðurmálinum.Tað fevnir um alt samfelagið og allar aldursbólkar. 


At lesa er eitt amboð, sum vit øll hava tørv á,uttan mun til um vit eru børn ella vaksin, og hvørja leið vit fara í lívinum. Vit brúka lesiførleikan hvønn dag og uppaftur meira í 2020 enn nakrantíð áður. Samskiftiðmillum fólk fer alsamt meira fram umvegis skrivaðan tekst: Vit lesa, tá ið vit kjatta á sosialum miðlum, skriva stíl, smíða hús ella senda teldupost. Lesiførleikin er eitt amboð, sum vit øll hava tørv á – serliga á móðurmálinum, ið vit hava á tunguni hvønn dag.

Lestur er lykil til óteljandi góðar upplivingar, vit sjálvkunnu hava ella saman við øðrum. Bókmentirnar bjóða okkum at síggja onnur menniskju og livandi heimin úr nýggjum og øðrvísi sjónarhornum. Vit kunnu eisini spegla okkum og lesa um onnur, ið eru í somu støðu eins og vit. Bókmentir eru ógvuliga fjølbroytt list, vit øll hava høvi at uppliva og njóta – tað ræður bara um at finna røttu bókina.

At stimbra lesihugin hjá øllum føroyingum er átakið FØROYAR LESA farið av bakkastokki.


Lærarin um tað at lesa
Hjørdis Heindriksdóttir hevur verið lærari í nógv ár; og hon er ein av teimum, sum hevur lagt stóran dent á at fáa næmingarnar at lesa. Hon undirvísir m.a. í føroyskum í 7. flokki, har hon eisini er flokslærari. Hjørdis hevur altíð lisið nógv, og hon sigur seg illa kunna vera til uttan at lesa, sama hvar hon enn er. Í skúlaflokkum roynir hon altíð at skapa eina lesimentan, sum á ymsan hátt fær børnini at velja bókina. Ein háttur er at sita í friði og náðum og lesa - har øll eru við, eisini lærarin. 
 
Hjørdis sigur, at frá tí hon byrjaði sum lærari, hevur hon nýtt rúma tíð at læra børnini at lesa sjálvstøðugt, ikki í felagsbók, men í frílestri. Hetta er við tí fyri eyga at fáa børnini at lesa nógv og lesa meira, enn tey annars høvdu gjørt í eini felags floksbók. Tá ið tey eru liðug við bókina, skulu tey greina. Heima skulu tey lesa minst 20 minuttir hvønn dag í vikuni. Tað, sum hevur allarmest at siga, er, at foreldrini stuðla uppundir, at tey halda sínum barni til at lesa heima. Lesa tey 20 minuttir heima hvønn dag, svarar tað til 140 minuttir um vikuna. Verður setningurin hildin, kemur næmingurinrættiliga skjótt ígjøgnum eina bók. Tað ræður um upp í saman at eggja teimum at lesa.
 
At skipa lesingina soleiðis gevur í høvuðsheitum góð úrslit. Nógv fleiri næmingar fara at lesa sjálvstøðugt, og síðuvinningurin er, at teir eisini duga betur at lesa yrkistekstir, tá ið teir koma longur upp í flokk. At lesa fremmandamál, t.d. enskt, fellur nógv lættari; lesiførleikin og evnini at bera seg fram í skrift flytur seg inn í fremmandamálið. Áhugavert er eisini at staðfesta, at tess meira tey hava lisið og greinað, tess betur duga tey eisini at skriva stíl. 
 
Hjørdis nevnir eitt dømi um eina gentu uttanífrá, sum gekk í okkara skúla í nøkur ár. Hon læt hana lesa enskar bøkur, tí tað var ov nógv at krevja, at hon skuldi lesa á føroyskum. Men hon vildi bara lesa yrkisbøkur, tí í hennara heimlandi var hon von við tað. Hjørdis helt við sítt og vildi hava hana at lesa bókmentir. Og so varð. Áðrenn næmingurin fór, tað var ein genta úr Teilandi, takkaði hon lærara sínum fyri, at hon hevði lært seg og hildið sær til at lesa fagurbøkur. Tá dugdi hon at síggja, at heimurin eisini kann upplivast og greinast ígjøgnum bøkurnar við teimum royndunum, ein fær við sær við at lesa sjálv.
 
Hjørdis heldur, at vit kunnu sita og lesa og vita so nógv, men um vit ikki eisini kensluliga læra igjøgnum tað, ein bók gevur okkum, so kunnu vit ikki altíð greina heimin sjálvan.

 

Hoyr eisini ljóðbrotið niðanfyri:


 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar