Tíðindi

02. jun 2020

ÍTRÓTTARRÁSIN Á MIÐDEPLI FØROYA

29. mai 2020

SKÚLAGLEÐI

28. mai 2020

SKÚLIN Á FLØTUM HUGTEKUR MICROSOFT

26. mai 2020

FRÁ SKÚLABÓKA­SAVNI­NUM: LATIÐ BØKURNAR INN NÚ!

25. mai 2020

TAÐ BESTA ER AT HAVA NÆMINGAR FRAMMAN FYRI SEG

20. mai 2020

GRÓÐURSETTU 500 TRØ

19. mai 2020

TEY PAKKA NIÐUR Á LANDSINS STØRSTA SKÚLABÓKA­SAVNI

30. apr 2020

775 NÆMINGAR KOMANDI SKÚLAÁR

Komandi skúlaár koma  um 775 næmingar at ganga í Skúlanum á Fløtum, av hesum fara okkurt um  44 børn at ganga í tveimum forskúlaflokkum. Bygnaðarliga er skúlin annars skipaður við trimum flokkum í hvørjum árgangi í 0. -7. flokki og fimm flokkum í ávikavist 8. og 9. flokki umframt sertilboðið 4-10 við 30 næmingum og Lopfjølina við 10-12 næmingum.

Skúlin er deildarbýttur í grunddeild, miðdeild, hádeild og tvær serdeildir. Frá komandi skúlaári húsast Skúlin á Fløtum á trimum støðum: serskúlatilboðið á Landavegnum, Lopfjølin í Margarinfabrikkini og við Hans Andriasar gøtu á Fløtum, har frítíðarskúli, grund-, mið-og hádeild húsast.

Í hesum døgum verður søkt eftir starvsfólkum:  Starv sum leiðari á førleikastovuni, farloyvisstarv sum varaskúlastjóri umframt starv sum námsfrøðingur og lærari í forskúlanum eru leys at søkja. Onnur lærara- og námsfrøðingastørv verða eisini lýst leys til setanar í næstum.
Starvslýsingar eru at finna HER.

Office 365
Matpakkin
K-skíggi
I-bók
Flokkar