Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

31. mar 2020

HEIMASKÚLI: FOTOUPPGÁVA - MYNDAFRÁSØGN

Her er ein spennandi fotouppgáva, sum Oddfríður hevur gjørt.  Les uppgávuna væl og fær í gongd. Legg til merkis, at tú skal velja 6 myndir úr rúgvuni. Í uppgávuni verður lagt upp til, at myndirnar skulu sendast til ein vin.  Hevur tú áhuga, so kanst tú senda ta myndina, tú heldur vera best, til heimasíðuna saman við navni og flokki:  Jørgin umsitur heimasíðuna, teldupostur: joergin.vid.ulvsa@saf.fo

 

UPPGÁVAN

Tak einar 20 til 50 myndir og vel 6 myndir úr rúgvuni, sum tú metir eru góðar. Myndirnar skulu siga søguna um tín dag við korona. Royn og fá kenslurnar, sum tú hevur fram í myndirnar.
 

Tak myndirnar ymisk tíðspunkt á degnum. Tað er ymiskt, hvussu ljósið skínur inn gjøgnum vindeyguni: tað veldst um nær á degnum myndin er tikin. Tú kanst eisini taka tær úti, um tú fert út.
 
Tá ið tú hevur valt tínar 6 myndir, skalt tú senda tær til ein vin.
 

FÝRA REGLUR TIL AT TAKA TÍNAR MYNDIR
 
Reglan um triðing
Ímynda tær tvær vatnrættar og tvær loddrættar linjur, sum býta myndina sundur í níggju eins stórar fýrakantar. Tað ræður um at seta týdningarmesta partin av myndevninum  eftir linjunum ella í skeringspunktini. Í hesari myndini er talan um persónin.

Dýpd í myndini
Tú kanst skapa dýpd í eini mynd við at hava ymiskt í baksýninum, miðsýninum og forsýninum. Í forsýninum er báturin, í miðsýninum er træið og hin báturin, og í baksýninum er himmalin.

Javnvág
Set myndevnið fremst í myndina (seyðurin) og út í aðra síðuna, antin til vinstru ella til høgru. Lat so okkurt vera aftast í myndini øvugtu megin (træið). So kemur javnvág í myndina.

Innramma
Tað er tá ið okkurt innrammar myndevnið inni. Í myndini her er tað hurðagapið, sum rammar inn gongina.

Íblástur
Niðanfyri er eitt filmsbrot við heimskenda myndamanninum  Steve McCurrey. Kanska kann hann hjálpa tær at byggja upp eina góða mynd. Eisini nakrar myndir, sum Oddfríður hevur tikið í Eindini á Argjum - fylg slóðini HER

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar