Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

30. mar 2020

HEIMASKÚLI: OKKURT AT HAVA AFTURAT

 
FRÁ LESIVEGLEIÐINGINI OG SKÚLABÓKASAVNINUM
 

Støddfrøði/danskt
 
Lesistykki, rokning til tey yngstu. Trýst HER.
https://mattip.dk/opgaver/friggs-foedselsdag-1-2-kl-oplaeses-af-laerer/?opg=1
 
Tey frá 3. fl. royna sjálvi. Tey í  1. & 2. mugu fáa hjálp til umseting.
 

Rokning

Algebra/rokning til næmingar í miðdeild. Trýst HER
https://mattip.dk/forloebstester/algebra-1/?opg=1
 
 
Danskt/Føroyskt
 
Finn eina byrjan at skriva ein tekst.
 
Uppgáva 1:  
I)  Vel eina byrja II) Les væl og umset tekstin til føroyskt  III) haltt fram at skriva (á føroyskum)
 
Uppgáva 2   
I) Vel eina byrja  II) Les væl  III) Halt fram at skriva (á donskum)

Tekstirnir eru at finna HER 
 
Danskt
Søgan um eina móðir. Ævintýr eftir H.C. Andersen. Sagt frá á donskum. Trýst HER
 
http://skrivnoget.blogspot.com/p/find-en-begyndelse.html
 
 
Føroyskt 
 
Til tey í innskúlingini: Grindahvalurin. Trýst HER
http://atlantbib.org/fo/grindahvalur?page=1
 

Føroyakt/søga
 
Til elstu næmingarnar og teirra, ið hava áhuga:
 
Tuberklarnir í Føroyum, 3. partur. Trýst HER
 
https://kvf.fo/sending/stakar-sendingar-utvarp?sid=80643 
 
Í seinastu sendingini um buberklarnar í Føroyum, verður víst og greitt frá viðgerðini av herviligu sjúkuni.
 
Tær tríggjar sendingarnar um tuberklarnir í Føroyum er góð bakgrundsvitan hjá  eldru næmingunum at hava – serliga hjá teimum sum fara til próvtøku nú.
 
 
Yrking
Les yrkingina hjá Heðini Brú, tulka innihaldið, og ber tað saman við støðuna hjá teimum tuberklasjúku.
 
Nýt orðabók fyri at finna orð tú ikki kennir. Sprotin, trýst HER
 
 
TEY TIGANDI VIÐ STRONDINA
 
Tigandi aldur tutla,
sum dúrandi menn, ið droyma.
Leggja ein vátan legstað
ásandin á sævarmála.
 
Likkur, ið flóta á lónni,
gera við nevi gulum
alduringar á sjógvin,
spenna teir spælnu veingir,
bregða sær upp í roðan,
frá vetrarsólini floymir
um rímskotnar sævareingir.
 
Á strondini híma tey sjúku,
skava í flógvandi sandi
við høftum sínum og høkjum,
peika á svartbaksskuggar,
sum reka um sævareingir.
 
Slóknandi eygur stara
suður í sólarhavið,
taka við trænaðum hondum
út í tað tigandi tóma –
vita seg bert at vera
ein vátan, hvørvandi legstað,
ið lívsaldan legði á sandin.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar