Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

29. mar 2020

SYNDABUKKURIN

“Hvør man hava skyldina?” Soleiðis hava fólk altíð spurt, tá ið okkurt ófjálgt og ilt hendir.
Og tað varð eisini gjørt í gomlum døgum: Tá tóku tey ein ein geitarbukk og løgdu ymist tungt á hann, so hann ikki orkaði at ganga. So jagstraðu tey  bukkin út í oyðimørkina, og har varð hann etin av úlvum, tí hann orkaði ikki at ganga. Tað eitur ein syndabukkur.
 
Syndabukkar hava vit onkurvegna enn í dag. Nú er tað ikki ein livandi geitarbukkur, men heldur ein persónur, vit leggja skuldina á fyri okkurt, ið hent er.  Tað er sum um vit fáa tað eitt sindur betur, tá ið onkur annar verður útvendur til at vera sekur.
 
Í hesum døgum verður nógv tosað um smittu, og tað er einki stuttligt at vera tann sum smittar onkran annan. Og tað verður ikki betri av, at vit eitt nú skylda upp á onkran úr Hvannasundi, Klaksvík, Havn, Danmark ella Kina.
 
Tað gongur ein tíð, so er hetta farið. Tá  hevði verið gott at minnast afturá og kunna sagt: “Tað var kanska torført, men vit megnaðu tað saman.” Í staðin fyri at hugsa: “Korona, tað var tá vit gingu og happaðu og skyldaðu hvør upp á annan.”
 
(Kelda: Eitt sindur umskrivað úr filmi hjá Barnabata)
 
Hoyrið Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprest, í filmsbrotinum niðanfyri.

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar