Tíðindi
RITHØVUNURIN VITJAR
NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR
TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....
FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST
GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM
LANDSROYNDIR
HVØR ER LESARIN?
VIT MUGU TAKA TAÐ RÓLIGT OG VERA TOLIN
“Foreldur eiga so væl sum til ber at leggja heimaundirvísingina til rættis, men tey kunnu ikki átaka sær at verða lærarar fulla tíð og eiga ikki at seta sær ov stórar ambitiónir fyri heimaundirvísing,” soleiðis verður tilrátt í eini grein á heimasíðuni hjá Barnabata um heimaskúla.
Staðfest verður, at nógv foreldur i hesum døgum uppliva tað sera krevjandi at samantvinna tað at hava børnini heima, samstundis sum tey skulu skipa fyri. “Bæði børn, ung og vaksin eru í eini sera óvanligari støðu, her tað er umráðandi, at vit ikki skapa eitt óneyðugt trýst og elva til strongd. Vit mugu taka tað róligt og royna at vera tolin, minka okkara ambitiónir og geva hvørjum øðrum rúm. Tað gagnar eisini børnunum,” vísir Barnabati á.
Um lærararnar verður sagt: “Vit mugu eisini hava fyrilit við, at tað eru nógvir lærarar, sum heimanífrá skulu hjálpa til við undirvísing, dagføra heimasíður og rætta uppgávur. Nógvir av hesum lærarum, sum arbeiða heimanífrá, hava ein maka og fleiri av teimum smá børn at vera um.”
Øll greinin kann lesast HER.