Tíðindi

21. mar 2024

SEINASTI STARVSDAGUR HJÁ TORFINNI

14. mar 2024

HEITT BATT

28. feb 2024

MOTORLÆRA: SPENNANDI OG LÆRURÍKT

27. feb 2024

RITHØVUNDAVITJAN: "MATUR OKKARA VIRÐISMIKLA TILFEINGI"

22. feb 2024

SAMSTARV ER LYKILIN.....

20. feb 2024

LØGTINGS­NEVND Á VITJAN

19. feb 2024

VÁRROYNDIN

04. mar 2020

"BÍÐA, EG SKAL LÍKA...."

“BÍÐA, EG SKAL LÍKA...”

Jan Ziskasen er stjóri á Føroya Tele. Á felags foreldrafundinum mikukvøldið í farnu viku, tá ið skúlastýrisforkvinnan hevði havt orðið,  helt hann ein fyrilestur undir heitinum Tøkni, ein góður tænari, men ringur harri. Kunnandi áhugaverdur fyrilestur, ið fekk áhoyran at hugsa.

Menningini á samskiftisøkinum her heima  byrjaði í 1906, tá ið telefonkaðal knýtti Føroyar at umheiminum.   Stóra umskiftið er tó hent seinastu árini við Cantat-3 kaðali, interneti og sera kraftmiklari tøkni. Tá ið iPhonin kom fyri 14 árum síðani skapti tað  eina veruliga kollvelting, ið nú røkkur heilt inn í munkakleystrini í fjareystri. Vitlíki er vorðið so sterkt, at tað vinnur á størstu heilunum;  Kasparov hevur longu tapt!  Sjálvflúgandi dronur og sjálvkoyrandi bilar eru er ikki science fiction longur, 3D prentarar kunnu skapa  mest sum alt, og tað mesta í húsinum kann longu nú knýtast í netið: ljós, komfýrur, kuldaskáp o.s.fr. Enntá vit sjálvi verða alsamt meira  knýtt til alnetið við tólum, vit kunnu hava  á okkum dag og nátt.

Ovurstóra broytingin hevur skapt ein nógv øðrvísi gerandisdag fyri børn og vaksin. Ymsar keðiligar avleiðingar sum einsemi,  talgild happing, bundinskapur at tøknini o.a. gera seg galdandi.

  • Flestu foreldur (52%) royna at avmarka tíðina, tey nýta á fartelefonum, tó ofta uttan ítøkilig úrslit.
  • Foreldur nýta dagliga fleiri enn 11 tímar framman fyri skíggja ella farelefon.
  • Flestu foreldur (62%) halda, at børn teirra nýta alt ov nógva tíð á fartelefonini
  • 50% av tannáringun eins væl og yngri børn halda seg ikki kunna liva uttan snildfon

Flestu   børn munnu kenna aftur, tá ið  mamma ella babba svara “bíða, eg skal líka..”.Tað er okkurt á skíggjanum, ið bara líka skal ornast - ornast fyrst. Skíggin er fyrst, og skíggin er síðst. Nógv hava fartlefonina við í song, og so gott sum øll hava hana við hondina alla tíðina.

Nær er rætt at loyva børnunum at byrja? Ber til at sløkkja? Ber til at leggja telefonina til viks? Hvussu við tøkni í skúlanum? Nógvir spurningar kunnu leggjast afturat og svarini eru uttan iva uppaftur fleiri.

 

 

 

 

 

 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar