Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

  • Mynd: skulabladid.fo
14. feb 2020

ESTER OG SIGMUND: “MINNI TÍÐ TIL SPILLIS VIÐ BROTNARI TÍMATALVU”

Brotin tímatalva er ein arbeiðsháttur at skipa undirvísingina soleiðis, at næmingarnir halda seg betri til, lærarin fær frægari  tíð til hvønn einstakan næming, og næmingarnir læra at taka ábyrgd.

“Sum lærarar uppliva vit ofta popput rák, sum teoretikarar koma við. Í eina tíð var Cooperative Learning tað einasta rætta, og Storyline var eisini eitt modernað rák. Tað, sum mær dámar við brotnari tímatalvu, er, at tað ikki er ein teoretiskur undirvísingarháttur men heldur ein praktiskur og ítøkiligur máti at skipa arbeiðið í flokshølinum,”sigur Sigmundvið heimasíðuna hjá Skúlablaðnum.


Ester kundi hugsað sær, at fleiri lærarar høvdu hug og dirvi at royna at arbeiða við brotnari tímatalvu. Hon sigur, at tað tykist, sum fleiri lærarar eru áhugaðir, men summir hætta sær ikki undir arbeiðið, tí teir meta seg ikki vera nóg væl fyri fakliga at hjálpa næmingum í teimum fakum, teir ikki sjálvir undirvísa í: “Sum føroysklærari kemur tú helst í ta støðu, at tú mást hjálpa einum næmingi, sum hevur trupult við at loysa eina uppgávu í støddfrøði. Tað mást tú vera til reiðar til, tá tú fert undir at arbeiða við brotnari tímatalvu. Eitt boð um, hvussu hesin trupulleikin kundi verið bastur, hevði verið, at lærararnir saman leggja vikuætlanina til rættis og soleiðis tryggja, at allir lærararnir klára at loysa uppgávurnar, sum teir geva næmingunum,” sigur Ester m.a. í viðtalinum.
 
Øll greinin er at lesast  HER.


Kelda: skulabladid.fo
 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar