Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

26. aug 2019

LØGTINGSVALIÐ NÆRKAST

Leygardagin verður løgtingsval. Í hesum sambandi er ein temasíða á snar.fo, sum snýr seg um politikk.

Føroyar hava nógvar politiskar flokkar. Eftir løgtingsvalið í 2015 vórðu stóru flokkarnir Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin. Smáu flokkarnir vórðu Framsókn, Miðflokkurin og Nýtt Sjálvstýri. Umframt hesar somu stilla tveir nýggir flokkar upp til løgtingsvalið í 2019. Teir eru Føroyaflokkurin og Framtakið fyri rættinum at velja kannabis.

Allir borgarar yvir 18 ár og eldri hava valrætt, og teir  velja 33 umboð í løgtingið. Val skal vera í minsta lagi hvørt fjórða  ár. Samsvar er millum atkvøðutal og tingmannatal. Fær ein flokkur 21% av atkvøðunum, fær hann eisini umleið 21% av tinglimunum. Vanliga fær ein flokkur ikki meiriluta einsamallur, tí  vil hann í samgongu við aðrar flokkar fyri at fáa sum mest av ávirkan. Flokkarnir, ið semjast um eitt samgonguskjal og hava meiriluta,  skipa Landsstýri, meðan hinir flokkarnir eru í andstøðu. Løgtingið veljur løgmann, og løgmaður velur landsstýrismenn eftir tilmæli frá flokkunum, sum skipa landsstýri.

Størsta valstaðið í landinum er í ítróttarhøllini á Hálsi, men tey sum búgva á Argjum skulu velja í Skúlanum á Løgmannabreyt.  

Á Snar eru undirvísingargongdir og uppgávur um løgtingsvalið í 2019, sum eru ætlaðar miðdeild og hádeild fólkaskúlans í søgu/samtíð og samfelagsfrøði. Evnið eru eisini gott og viðkomandi at taka fram heima at práta um hesa vikuna..

Temasíðan um løgtingsvalið. Fylg slóðini HER.

(Kelda: snar.fo)

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar