Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

29. jan 2020

NÝTT FÓLKASKÚLARÁÐ

Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Jenis av Rana, hevur valt nýtt  fólkaskúlaráð

Fyrradagin  hittust tey, sum mynda ráðið,  fyri fyrstu ferð. Landsstýrismaðurin vil hava ráðið at viðgera fleiri evni og gera tilmæli um tey. Næsti fundurin hjá nýggja fólkaskúlaráðnum verður í komandi viku, og tá er ætlanin at gera av, hvat tað fyrsta verður, sum ráðið fer at viðgera.


Tey, ið manna fólkaskúlaráðið komandi trý árini, eru hesi:

  • Vagn Foldbo, skúlastjóri og master í etikki og virðum í feløgum, sum verður formaður
  • Jóhannes Miðskarð, ph.d., adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu
  • Gunvør Højgaard, serlærari og master í lesi- og skrivididaktikki
  • Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri
  • Tom Joensen, fyrstilærari
  • Tóra Joensen, lærari og ráðgevi í handaverki og list
  • Jacob Eli S. Olsen, støddfrøðivegleiðari og formaður í Føroya Lærarafelag
  • Janus Vang, umboðandi Foreldrafelagið Heim & skúla
  • Maria á Boðanesi, lærari, akt- og ssp-lærari
  • Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari og samskipari
  • Magnus Tausen, fultrúi í Undirvísingarstýrinum og skrivari

 

Fyri okkum í Skúlanum á Fløtum er vert at leggja til merkis, at ein av okkara lærarum, nevniliga Gunvør Højgaard, situr í Fólkaskúlaráðnum.

Í fólkaskúlalógini stendur, at landsstýrismaðurin skal seta eitt fólkaskúlaráð. Fólkaskúlaráðið gevur landsstýrismanninum ráð í øllum málum um fólkaskúlan, metir um gongdina í fólkaskúlanum og menningarmøguleikar, og við støði í hesum skal ráðið ráðgeva  landsstýrismanninum. Onnur  uppgáva er at ummæla tey mál, ið landsstýrismaåðurin leggur fyri ráðið. Fólkaskúlaráðið kann eisini av egnum fyritakssemi viðgera og ummæla øll mál, sum eftir áskoðan ráðsins eru týdningarmikil fyri virksemi fólkaskúlans, so sum

  • at upplýsa um  royndarúrslit, ið eru komin burtur úr royndarvirksemi og námsfrøðiligum menningararbeiði í skúlunum
  • at hjálpa til at menna eftirmetingarhættir av virkseminum í tí einstaka skúlanum
  • at mæla landsstýrismanninum til at fremja í verki menningar- og granskingarverkætlanir, møguliga í samstarvi við útbúgvingar-/granskingarstovnar
  • at mæla landsstýrismanninum til, at stuðul verður veitur til royndar- og menningararbeiði við atliti at ráðgeving, fyrireiking, fremjing og eftirmeting. 
     

Landsstýrismaðurin, ið umsitir skúlamál, velur limir í  Fólkaskúlaráðið fyri trý ár í senn. Limirnir skulu hava tilknýti til ella virka í livandi skúlaumhvørvinum.   

(Keldur: Uttanríkis- og mentamálaráðið, skulabladid.fo)

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar