Tíðindi

21. mar 2024

SEINASTI STARVSDAGUR HJÁ TORFINNI

14. mar 2024

HEITT BATT

28. feb 2024

MOTORLÆRA: SPENNANDI OG LÆRURÍKT

27. feb 2024

RITHØVUNDAVITJAN: "MATUR OKKARA VIRÐISMIKLA TILFEINGI"

22. feb 2024

SAMSTARV ER LYKILIN.....

20. feb 2024

LØGTINGS­NEVND Á VITJAN

19. feb 2024

VÁRROYNDIN

27. jan 2020

27. JANUAR

Í dag eru 75 ár síðani Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum fríaði jødarnar og onnur kúgað fólk úr týningarleguni Auschwitz. 

Á snar.fo er temasíða um evnið Holocaust og onnur fólkadráp, sum støðugt fara fram. Tað var undir seinna heimsbardaga, at umleið 6 milliónir jødar umframt fólk frá øðrum minnilutabólkum, so sum samkynd, vórðu dripin. Hetta verður kallað Holocaust. Temasíðan er HER.

Í sambandi við altjóða holocaustdagin  fyri sjey árum síðani hevði Útvarpið fýra sendingar um evnið, har Kári Sólstein tosaði við Róland í Skorini, studentaskúlalærara. Upplýsandi sendingarnar eru at hoyra HER.

Í Jersusalem er minningarstaður og minningarsavn fyri øll tey, ið vórðu myrd í týsku týningarlegunum. Endaleysa røðin av nøvnum á teimum týndu  verður søgd allan sólarringin árið runt. Heimasíðan hjá Yad Veshem er HER.

Í filminum omanfyri, greiða hermann frá, hvat teir vóru vitni til, tá ið teir komu inn í týsku KZ legurnar.

Løgmaður: Okkara skilda, at minnast óskiljandi óndskapin - fylg slóðini her.

 

Fólkadráp í 20. øld fram til í dag. Fylg hesi slóðini.

Bøkur um evnið er at finna á karruseluni í deildini á Frælsinum. 

Umráðandi er at minnast til, at forfylging og fólkamorð ikki eru ein veruleiki, sum endaði saman við øðrum heimsbardaga í 1945, men heldur støðugt á.

(Keldur: Kvf, Snar, Yad Vashem)

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar