Tíðindi

21. mar 2024

SEINASTI STARVSDAGUR HJÁ TORFINNI

14. mar 2024

HEITT BATT

28. feb 2024

MOTORLÆRA: SPENNANDI OG LÆRURÍKT

27. feb 2024

RITHØVUNDAVITJAN: "MATUR OKKARA VIRÐISMIKLA TILFEINGI"

22. feb 2024

SAMSTARV ER LYKILIN.....

20. feb 2024

LØGTINGS­NEVND Á VITJAN

19. feb 2024

VÁRROYNDIN

23. jan 2020

HOLOCAUSTDAGUR ER MÁNADAGIN

Holocaustdagur er 27. januar. Undir seinna heimsbardaga vórðu 6 milliónir jødar týndir, umframt at fólk frá øðrum minnilutabólkum eisini vórðu týnd. Fyri at minnast hendan sorgarleik er ásettur ein altjóða dagur til minnis um Holocaust. 27 januar 1945 komu russar  til týningarleguna Auschwitz og fríaðu illa fyrikomnu jødunum, sum enn vóru á lívi. Tí er júst hesin dagur valdur at vera minningardagur á hvørjum ári.

Mett verður, at meira enn 100 milliónir fólk hava latið lív í fólkadrápum seinstu 100 árini. Fólkadrápið á jødarnar í Evropa verður nevnt Holocaust. Frá  1941 til 1945  vórðu milliónatals jødar fyribeindir av nasistunum bara tí teir vóru jødar. Frammanundan høvdu jødarnir verið fyri mismuni og verið jagstraðir í Týsklandi og í londunum, sum Týskland hevði hersett. Av øðrum minnilutum, sum nasistarnir jagstraðu, kunnu nevnast Jehova Vitni, samkynd, romafólk og fólk, sum bóru brek.

Men týningin av jødunum undir krígnum er tíverri ikki einasta fólkadráp, ið er farið fram. Og tíverri er tað so, at slíkur óndskapur eisini fer fram í okkara samtíð. Í Myanmar eru seinastu trý árini túsundtals rohingjufólk fyribeind, og fleiri hundrað túsund eru í vanda fyri at missa lívið.

 

Nøkur fólkadráp og týningar av mannalívum í síðstu øld fram til í dag:

  • 1915-1922: Armenska fólkadrápið í Turkalandi, 1,5 milliónir armenar lótu lív (Evropa)
  • 1928-1953: Stalindrápini í Sovjetsamveldinum (Russlandi), 11-14 milliónir fólk lótu lív (Evropa)
  • 1938-1945: Holocaust, nasistarnir beindu fyri 6 milliónum jødum, flestu teirra vóråu  gassaðir (Evropa)
  • 1975.1979: Reyðu khemerdrápini í Kambodja, 1,7 milliónir kambodjar lótu lív
  • 1988: Drápið, Sadam Hussain framdi  á kurdarnar í Irak, 180 túsund lótu lív
  • 1992-1995: Bosniadrápini, 100 túsund mistu lívið (Evropa)
  • 1994: Fólkadrápið á í Rvanda;  í triggjar mánaðir vórðu 300 dripin, flestu teirra tutsiar
  • 2011-2020: Sýrialand, 500 túdund latið lív og meira enn 13 miliónir flóttafólk

Leggið til merkis, at helvtin av av teimum átta nevndu  ræðuligu  drápunum er farin fram í okkara heimsparti.

Føroyingar vóru við til at bjarga jødum. Hoyr frásøgn HER.
Um vitjan í KZ leguni Dauchau. Hoyr frásøgn HER.
Hoyr um hvussu nasistarnir valdu fólk frá HER.
 
(Keldur: Snar, Amnesty, ST)
 
 
 
 
 
Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar