Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

06. jan 2020

SKRIÐ, STORMUR ELLA ÓDN?

 

Í dag - fyrsta skúladag í nýggja árinum - er illveður, men ymist er, hvussu veðrið skikkar sær ymsastaðni í landinum. Her hjá okkum í Havn merkist vindurin ikki so ógvusligur sum nógva aðrastaðni kring oyggjarnar. Í  veðuríðindunum í morgun frættist, at tað leikaði so nógv í, at fleiri skúlar hava avlýst skúlagongdina í dag vegna vegna veður.

Vit føroyingar tosa øgiliga nógv um veðrið, og bara um vind eiga vit nógv orð:

 

  • Fleyr: 0,3-1,5 m/sek.
  • Lot: 1,3 – 3,3 m/sek.
  • Gul: 3,4-5,4 m/sek.
  • Andøvsgul: 5,5-7,9 m/sek.
  • Frískur vindur: 8,0-10,7 m/sek.
  • Strúkur í vindi: 10,8 – 13,8 m/sek.
  • Hvassur vindur: 13,9 – 17,1 m/sek
  • Skrið: 17,2 – 20,7 m/sek.
  • Stormur. 20,8 – 24,4 m/sek.
  • Hvassur stormur: 24,5 – 28,4 m/sek.
  • Kolandi stormur. 28,5-32,6 m/sek.
  • Ódn: 32,6m/sek. og uppeftir

 

Í dag man í flestu støðum vera talan vera um skrið, storm, hvassan storm, kolandi storm ella ódn.

Kanna hvussu verðrið er ymsastaðni í landinum á veðurstøðunum hjá Landsverk HER.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar