Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

17. des 2019

Í JÓLAHÝRI

3. FLOKKUR SETTI DÁM Á MIÐBÝÐIN

Sungu eisini  fyri løgmanni og borgarstjóranum

3.fl var boðin at syngja til jólahaldið hjá Tilhaldinum í morgun. Hetta jólahald var í Múllers pakkhúsi kl.  11. Næmingar og lærarar fóru avstað úr Kongagøtu í góðari tíð og steðgaðu í góðveðrinum á trappuni í Vágsbotni, har tey sungu sangirnar, tey skuldu framføra. Har vóru bæði ferðafólk og onnur, sum steðgaðu á at lurta.

Framførslan í Múllers pakkhúsi gekk uppá stás, børnini sungu sum einglar og fólkini úr Tilhaldinum vóru sera fegin um vitjanina. Úr Múllers pakkhúsi gekk leiðin út í Tinganes, har vit stillaðu okkum í túnið hjá løgmanni at syngja. Løgmaður og onnur í umsitingini komu útum at lurta, og eisini tey fegnaðust um vakra sangin. Løgmaður helt fyri, at hetta var ein kærkomin løta. Heppin vóru vit, tí løgmaður bjóðaði karamellur, áðrenn vit fóru víðari niðan í miðbýin.

Onkur næmingur kom við hugskotinum um, at vit áttu at sungið fyri borgarstjóranum eisini. Vit stillaðu upp uttan fyri ráðhúsið og ikki meir enn byrjað at syngja, kom Annika. Hon var ikki sørt rørd av vakra sanginum, og eisini hon átti karamellur at bjóða okkum. Seinasti steðgur var á ebenezertrappuni, har vit eisini sungu.

Ein frálíkur dagur í góðveðrinum í Havn.

 

(Frásøgn, myndir og upptøka: Ann-Mari)

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar