Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

11. des 2019

PISA 2018

Í hvørjari PISA-kanning verður eitt evni serliga kannað, og tekur tað næstan helvtina av allari tíðini, sum kanningin tekur. Høvuðsevnið í 2018 var lesing  Hvørt av høvuðsøkjunum  verður raðfest og kannað til lítar eina ferð hvørt níggjunda ár, meðan ein greining av høvuðsgongdini fæst triðja hvørt ár.

Hesir hugtakskarmar eru brúktir at lýsa evnini, sum verða kannað í PISA-kanningini fyri 2018:

  • Litterasi í lesing er lýst sum evni hjá næminginum at skilja, nýta, meta um, hugleiða og hugsavna seg um tekstir fyri at røkka sínum málum, menna sína vitan og møguleikar og luttaka í samfelagnum.
  • Litterasi í støddfrøði er lýst sum evni hjá næminginum at orða, brúka og tulka stødd- frøði í ymsum samanhangum. Hetta fevnir eisini at grundgeva støddfrøðiliga og at brúka støddfrøðilig hugtøk, mannagongdir, sann- royndir og amboð at lýsa, greiða frá og gera forsagnir um fyribrigdi.
  • Litterasi í náttúruvísindum er lýst sum før­leikin at vera virkin innan náttúruvísindalig evni og við náttúruvísindaligum huglagi, sum ein hugleiðandi persónur. Ein persónur við náttúruvísindaligum litterasi er sinnaður at taka lut í hugleiðandi samskifti um náttúruvísindi og tøkni, sum krevur førleikar at greiða frá náttúruvísindaligum fyribrigdum, meta um og leggja til rættis vísindaligar kanningar, og at tulka dátur og úrslit vísindaliga.

Í flestu londum, sum luttaka, verður ein umboðandi partur av næmingunum í aldursbólkinum útvaldur til kanningina. Í smærri londum, eitt nú Íslandi og Føroyum, luttaka allir næmingar úr 9. flokki. Í PISA kannningini 2018 vóru umleið 600.000 næmingar við, umboðandi umleið 32 milliónir næmingar úr 79 londum og búskapum.


Eins og í 2015 varð PISA-kanningin í 2018 framd teldutøkt, og vardi kanningin í tveir tímar. Í lesing fór kanningin fram í fleiri stigum, har næmingarnir fingu eina samanseting av spurningum. Spurningarnir vóru eitt bland av fleirsvaraspurningum og spurningum, har næmingarnir skuldu seta saman sítt egna svar. Spurningarnir vóru bólkaðir eftir eini tekstarøð, sum lýsir eina veruliga støðu. 

Harumframt svaraðu næmingar eisini einum bak- grundsspurnablaði, sum tók 35 minuttir at svara. Spurnablaðið snúði seg um upplýsingar um næmingarnar, teirra hugburð, huglag/natúr og sannføring, teirra heim, teirra royndir við skúla og læring umframt teirra sosialu støðu.

Skúlastjórar fyltu út eitt spurnablað, sum snúði seg um leiðslu, skipan og um læruumhvørvið. Hetta spurnablaðið tók umleið 45 minuttir at svara.

Omanfyri eru miðalúrslitini hjá føroyskum næmingum. Til samanberingar kunnu donsku úrslitini nevnast her:

  • Støddfrøði: 509
  • Náttúruvísindi: 493
  • Lesing: 501
     

(Keldur: Uttanríkis- mentamálaráðið/ Børne og undervisningsministeriet)

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar