Tíðindi

22. apr 2024

SPENNANDI OLYMPISKIR LEIKIR

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

  • Bjørg var samskipari
  • Aleks á 1. plássum hjá teimum eldru
  • Daniel nummar 2
  • Sámal nummar 3
  • Petur Paulason á 1. plássi hjá teimum yngru við 700.000 fetum
  • Patrik nummar 3
  • Bárður á øðrum plássi
05. des 2019

SPENNANDI KAPPING Í GULA SKÚLA

 

Bjørg Djurhuus er lærari í Gula skúla, og hon greiðir heimasíðuni soleiðis frá:

Fríggjadagin 29 november  vórðu vinnararnir av fetkappingini funnir. Meðan kappingin  hevur verið eru  øll fet hjá øllum næmingum, ið ynsktu at vera við, skrásett.

Kappingin varð skipað í tveimum; yngru næmingarnir  kappaðust hvør móti øðrum, og eldru næmingarnir kappaðust sínámillum. Tey á 1. 2. og 3. plássi vórðu heiðrað og fingu handað vinningar av sjálvum Magna Mohr professara og rørslumentori. Allir næmingarnir fingu skreytblað fyri luttøku, og ein teirra varð tilvildarliga trektur, og hann fekk eisini ein  vinning.

Fetkappingin fór av bakkastokki  fyri uml. tveimum mánaðum síðani. Íblásturin kom  frá einum av lærarunum í Gula skúla, nevniliga Bergtóru Nielsen. Hon hevur á  sín stilføra og málrættaða hátt gingið seg úr samfullum 25 kilogrammum seinastu sjey mánaðirnar. Frálíka úrslitið hjá Bergtóru setti ferð á.  

Við at varpa ljós á at minka um telduskíggjatíðina hjá næmingunum, fóru vit í gongd. Á toymisfundi varð  gjørt av at kanna møguleikan fyri at fáa Fólkaheilsuráðið at stuðla okkum. Tey tóku alt fyri eitt undir við verkætlanini og útflýggjaðu øllum næmingum fet-ur. PM heilsøla hevur hevur eisini stuðlað kappingini við vinningum.

Umframt at læra næmingarnar týdningin av at røra seg og minka um skíggjatíðina, hevur tað verið sera hugaligt at fylgt næmingunum í tilgongdini.  Teir hava verið ómetaligir raskir og hava í hesum tíðarskeiði gleðiliga gingið ístaðin fyri at taka bussin. Hundarnir í luttakandi húskjunum  eru dúgliga luftaðir, og Petur Paulason, okkara besti næmingur í kappingini  við yvir 700.000 fetum, hevur  gingið vestmannabygd á tamb.

Bjørg hevur verið samskipari í kappingini, og hon endar við at siga, at ein verkætlan sum henda avgjørt kann viðmælast øðrum flokkum.

(myndir: Bjørg Djurhuus)

 

 

 

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar