Tíðindi

15. apr 2024

RITHØVUNU­RIN VITJAR

13. apr 2024

NÆMINGAR Í 9. FLOKKI: ROYNDU SEG SUM LÆRARAR

12. apr 2024

TEY Í 5. D VITJAÐU UMBORÐ.....

11. apr 2024

FRÁ TURRUM BREYÐI TIL EGGJATÓST

10. apr 2024

GUÐRUN STJÓRNAÐI SYMFONIORKESTRINUM

09. apr 2024

LANDS­ROYNDIR

09. apr 2024

HVØR ER LESARIN?

13. nov 2019

LISTANÆMINGAR

Anna Maria, Elin og Sólvá ganga í 5. flokki. Í handverk og list hava tær evning, og seinastu vikurnar hava tær arbeitt við at gera smáar standmyndir. Í filmsbrotinum niðanfyri greiða tær eitt sindur frá.

Dagny er lærari hjá teimum trimum , og hon sigur, at næmingar í 5. og 6. flokki hava arbeitt við at gera smáar standmyndir.  Hon greiðir soleiðis frá:

“Hetta er gjørt við metallráði, vatt er fylt inní, síðan er tapetklistur lagt útyvir, og at enda eru  strimlar av  gasugipsi lagdir omaná. Tá ið nú skapið var liðugt, so var bara eftir at mála.  Frá byrjani av skuldu næmingarnir ímynda sær eitt skap við ymsum eyðkennum, tekna eina tekning av tí, skriva eina lýsing,  og geva skapinum eitt navn. Summi av teimum hava hongt tað upp, men alt prosjektið var so tíðarkrejandi, at øll komu ikki so langt. Reint estetiskt er tað at geva eini lítlum standmyndum sum hesum  skap,  ein stór uppgáva, ið tekur drúgva tíð. Børnini  hava gingið høgt upp hetta, og hava veruliga givið sær stundir at fáa væl burturúr. Í Føroyum dámar okkum so væl standmyndir. Ofta vera minnisvarðar settir upp, so sæð í ljósinum av tí, hava vit  tosa um, hvat vit annars kunna lata okkum fáa íblástur av í umhvørvinum.”

Fittu lítlu standmyndirnar eru at síggja á langgongini á Frælsinum. 

Fittu standmyndirnar eru at síggja í langgongini á Frælsinum

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar