Tíðindi

21. mar 2024

SEINASTI STARVSDAGUR HJÁ TORFINNI

14. mar 2024

HEITT BATT

28. feb 2024

MOTORLÆRA: SPENNANDI OG LÆRURÍKT

27. feb 2024

RITHØVUNDAVITJAN: "MATUR OKKARA VIRÐISMIKLA TILFEINGI"

22. feb 2024

SAMSTARV ER LYKILIN.....

20. feb 2024

LØGTINGS­NEVND Á VITJAN

19. feb 2024

VÁRROYNDIN

08. nov 2019

SPENNINGUR Í MORGIN

Í morgin  verður størsta FIRST LEGO League-kappingin í Føroyum nakrantíð. 23 lið við unglingum og børnum hittast í skúlanum á Argjahamri til  kapping í tólmennum og um at byggja býir. Luttakararnir koma úr Havn,  Suðuroy, Sandoy og Eysturoy.  Úr okkara skúla fara 9 lið, mannað við næmingum úr 5. og 6. flokki,  til kappingina. Liðini úr fimta flokki eru Blueberri´s, PinkPanthers, Theam Lego Kids, Builder Pros, Framtíðin er grøn og Bob´s Little Helpers. Harafturat fara Lego Panda, Team Cloud og Lego Panters úr sætta flokki at kappast í morgin.    

Fyri fyrstu ferð síðan 2006 er kappingin flutt úr høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Avbjóðingin í ár hevur heitið City Shaper og leggur dent á at finna loysnir, um hvussu ein betur heimur kann skapast, og um hvussu fólk trívast í burðardyggum umhvørvi.

Við hugflogi, kreativiteti og vinaligum felagsskapi skulu luttakararnir finna spennandi loysnir til ársins evni. Børnini læra við at royna seg fram við:

  • Gransking
  • Uppgávuorðingum
  • Samstarvi
  • Forritan
  • verkfrøði


FIRST LEGO League-kappingin er tann størsta av sínum slag í heiminum. Yvir 290.000 børn og ung í aldrinum 10 til 16 ár úr okkurt um 94 londum hittast í  næstan 1.500. Og í  morgin, leygardagin 9. november,  fara í alt 925 lið at kappast í næstan 60 býum í Noregi, Svøríki, Danmark og Føroyum.

Vinnararnir av føroysku kappingini sleppa  til norðurlendsku finaluna um nakrar vikur. Har skulu tey kappast móti vinnarunum úr hinum norðurlondunum.

Kappingin í Skúlanum á Argjahamri byrjar kl. 10. Tiltakið er opið fyri almenninginum, og atgongd er ókeypis. Vitjandi kunnu keypa drekkamunn og okkurt gott afturvið.

Kappingin verður stroymað og kann síggjast á her á heimasíðuni og facebookvanganum hjá skúlanum.

 

First Lego League í barnaútvarpinum. Fylg slóðini HER.

Stroymingin í morgin kann síggjast HER.

Office 365
K-skíggi
I-bók
Flokkar