Korona og Skúlin á Fløtum
Allar korona-avmarkingar eru tiknar av
Ferðing uttanlands (Ikki galdandi longur)
Næmingar og starvsfólk, ið hava verið uttanlands, skulu ikki longur í heimasóttarhald 2 dagar eftir at tey hava verið í útlandinum. Mælt verður tó til at tey vísa varsemi og serlig atlit mótvegis felagsskapinum til tey hava úrslitið av kanningini á 2 degi eftir heimkomu tøkt. Snartestir verða eisini góðtiknar.
Skúladagurin (ikki galdandi longur, vanlig skúlagongd)
Skúladagurin er skipaður í árgangsbyrgi í mið- og hádeild og allir næmingar, lærarar og námsfrøðingar fylgja dagligu tímatalvuni og arbeiðsuppgávunum í tann mun tað letur seg gera innanfyri hesar karmar. Í grunddeild er skúlin skipaður í floksbyrgi. Árgangs- og floksbyrgini verða væntandi avtikin frá 1/2-22.
Í fríkorterum og í kantinuni og á felagsøkjunum ferðast vit øll, men minnast til reinføri, frástøðu í tann mun tað ber til og nýta vanligt vit og skil. Uppihald í miðøkinum er einans loyvt í síni deild. Hetta verða væntandi avtikið 28/2-22, tá vit vónandi venda aftur til ein vanligan gerandisdag í skúlanum.
Frítíðarskúlin
Børnini eru í frítíðarskúla sum vanligt. Annars halda vit okkum til tilmælini, ið eru galdandi fyri dagstovnaøkið.
Gestir í skúlatíð (ongar avmarkingar eru longur)
Myndugleikarnir mæla til serligt varsemi við gestum í skúlatíð. Tískil avmarka vit okkum til at gestir í minni mun enn vanligt koma í skúlan í skúlatíð, og at hesir eru serliga ansnir við hondreinføri, frástøðu og smittuvanda annars.
Frá 1/2-22 kunnu bólkar aftur vitja sum vanligt.
Foreldur kunnu fylgja børnum í skúla sum vanligt og avheinta børnini aftur sum vanligt.
Handreinføri (vanligt handreinføri)
Vit spritta okkum um hendurnar í durinum á veg inn og á veg út úr skúla. Spritt stendur eisini í felagsøkinum, á bókasavninum og í kantinuni. Harumfamt vaska vit okkum um hendurnar, tá ið tímarnir byrja og aftur, tá ið tímarnir enda. Hesar mannagongdir verða tillagaðar frá 28/2-22 tá vit ikki longdur fara at nýta hondspritt við inngongdirnar.
Vasking (vanlig vasking)
Skúlin verður vaskaður í skúlatíð. Vaskitoymið vaskar allan skúlan dagliga eftir leiðreglunum um reinføri á skúlum og stovnum.
Frástøða
Vit gera okkum ómak at halda neyðuga frástøðu, har hetta ber til. Í skúlastovuni, kantinuni og at øðrum plássum har 2 metra frástøða ikki letur seg gera, sita vit á føstum plássum. Eftir 28/2-22 nýta vit ikki longdur mannagongdir har dentur verða lagdur á frástøðu. Tá fara vit aftur til ein vanligan gerandisdag.
Sjúkueyðkenni (Ikki galdandi longur)
Hevur barn tykkara sjúkueyðkenni, skulu tey ikki koma í skúla fyrr enn tey hava eina negativa test at vísa á. Snartest verður eisini góðtikin.
Hetta sama er eisini galdandi fyri starvsfólk .
Persónlig amboð
Tað er framvegis týdningarmikið, at barn tykkara hevur sína teldu - sum tey hava fingið frá skúlanum-, løðara og smátalarar við. Harumframt er neyðugt, at tey hava egnan pennahúsa við øllum amboðum - blýantar, litblýantar, blýantspískara, viskileður, liniál, saks, límstift v.m. - við í skúla. Alt tað, ið tey hava brúk fyri í undirvísingini.
Fráboðanir um sóttarhald og sjúku (ikki galdandi longur)
Allar fráboðanir um sóttarhald ella staðfesta smittu fara gjøgnum flokslæraran. Foreldur kunna flokslæraran um sína støðu og flokslærarin kunnar foreldur í sínum flokki eftir tørvi og um smittaði næmingurin hevur verið í skúla innanfyri seinastu 48 tímarnar fyri at smittan er staðfest.
Almennar fráboðanir um viðurskifti fyri allan skúlan ella heilar deildir koma á saf.fo.
Skúlin fylgir almennu reglunum um sóttarhald. Tær eru at lesa her: https://korona.fo/sottarhald?_l=fo
Tað er einans landslæknin, ið kann seta næmingar og starvsfólk í sóttarhald.
Spurningnar og ivamál
Hava tit spurningar ella ivamál um hesi viðurskifti, eru tit altíð vælkomin at seta tykkum í samband við flokslæraran.
Eisini eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við leiðslu ella skrivstovu skúlans.
Vinarliga
Regin Marnersson, skúlastjóri
Hanna Thøgersen, frítíðarskúlaleiðari