VATNKRÍGGJ Í KONGAGØTU :-)

Nú boðað var frá nógvum regni, gjørdu tey í Kongagøtu av at hava vatnkríggj í dag. Børnini møttu alvápnað í skúla kl 8, og eftir  fyrstu tveir tímarnar brast bardagin á. Hans Jakku, húsavørðurin, hevði sett baljur við vatni fram og lagt eina vatnslangu útum, so lætt var at løða vápnini. Børnini stuttleikaðu sær óført, og hópur av teimum løgdu nógv fyri. Um tey vildu hvíla seg, kundu tey leska sær við heitum kakao. Kríggið vardi í okkurt um ein tíma, og sjálvandi vóru nógvir karmar, men tað bilti ikki, tí øll  vóru  tey væl fyrireikað og høvdu skiftiklæði við. 

Myndir og frásøgn: Ann-Mari av Skarði