TEY FYLGJA VÆL VIÐ

 

Næmingar í 1. vitjaðu byggiplássið úti á Fløtum í morgun. Undan teimum hava fleiri flokkar verið úti á Fløtum  og fingið góða kunning um byggingina.


Børnini í 1. flokki  eru øgiliga spent, og tað man kennast leingi at  bíða. Men um bara tvey ár – tá ið tey fara í 4. flokk - stendur stásiligasti og størsti  skúlin í landinum liðugur;  og hann er  teirra skúli.

Myndir: Bjørg Krossteig Olsen