TEMASÍÐA UM SVENSKA VALIÐ

 

Í dag er val í Svøríki, og tað, sum man hava størsta áhuga heima hjá okkum, er ríkisdagsvalið. Men sviar skulu eisini velja umboð til  kommunur og landsting samstundis. 

 

Á snar.fo er ein temasíða, sum í stuttum varpar ljós á fólkaræði í størsta norðurlandinum og hvønn týdning, upplýsing og luttøka kunnu hava, tá ið borgarar sleppa at velja. Temasíðan er serliga ætlað næmingum í hádeildini, men hon kann eisini brúkast til kunning og prát í øðrum flokkum við. Vitja temasíðuna HER.

 

Tá ið vit koma í skúla í morgin, er úrslitið  av valinum í Svøríki greitt :-)