Stórt byggivirksemi á Frælsinum

Tey, sum plaga at ganga eftir Frælsinum, munnu hava lagt til merkis, at stóra læraraskúlafløtan er umskapað til eitt stór byggipláss. Longu nú sæst skap av smáum smáttum. Onkur helt skemtandi fyri, at mentamálaráðfrúan hevur tikið  bráða avgerð um  at byggja lestraríbúðir áðrenn  summarfrítíðina. Og fyri ikki at hita búskapin óneyðugt, eru næmingar í 4. 5. og 6. flokki í Skúlanum á Fløtum settir  at smíða :-).

Gamaní, kundi tað tað sama verið so, tí væl liggur fyri at byggja – og tað eru næmingar úr 4.- 6. flokk, sum smíða, men eyðvitað ikki eftir boðum frá Rigmor Dam :-)  Hetta er ein liður í ”hugdýpingardøgunum”, har næmingarnir, ið ikki eru til próvtøkur og royndir, hava øðrvísi skúladagar.   

Myndir: Hjørdis Heindriksdóttir