VIT VUNNU!

16. Mai 2015

Fríggjamorgunin varð trivnaðarpakkin, sum Tórshavnar kommuna letur í samband við ruddingardagarnar, latin vinnarunum.Sigrun Mohr, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini trekti lut, og vinnarin gjørdist 6.b. í gamla Tórshavnar kommunuskúla. Sigrun møtti upp í skúlastovuni á Argjum at lata næmingunum stóra vinningin....

les meir

Navnakapping

14. Mai 2015

Fyribils hevur óbygdi nýggi skúlin verið nevndur Vesturskúlin, men nú skipar Tórshavnar kommuna fyri navnakapping til nýggja skúlan. Uppskotini, sum koma inn, verða løgd fyri gøtunavnanevndina at taka støðu til. Latnar verða 5000 krónur til vinnandi navnið. ...

les meir

Kunning frá skúlanum

20. Apr 2015

Miðdeildin flytir í nýggja Vesturskúlan í januar 2018Arbeitt verður alsamt við Vesturskúlaverkætlanini, arbeiðið gongur væl. Úr feskastu tíðarætlanini í byggiskránni kann nevnast, at fyrsti partur av Vesturskúlanum verður liðugur og klárur at flyta inn í januar 2018, tvs. longu í skúlaárinum 2017/18; ætlanin er, at...

les meir

Bókasavnshjálparin

15. Apr 2015

Anna Hentze hevur verið bókasavnshjálpari á Frælsinum seinasta hálva árið. Í sambandi við, at seinasti arbeiðsdagur hennara er í dag, var samkoma á lærarastovuni. Varastjórin takkaði henni fyri tíðina og góða arbeiðið, hon hevur gjørt fyri skúlan, og Fríðhildur bar eisini tøkkir frá bókasavninum....

les meir

Prógvhandan

11. Apr 2015

Hjá næmingunum í 9 flokki eru kravdu fólkaskúlaárini brátt liðug. 26. mai byrja skrivligu próvtøkurnar, og so fylgja dagar við lesifrí og munnligum próvtøkudøgum í juni. Próvhandanin verður mikudagin 24. juni 2015 í Læraraskúlahøllini...

les meir

Staðseting fyri ymsu árgangirnar komandi skúlaár verður soleiðis:

16. Mar 2015

Savning av árgangunum frá skúlaárinum 2015/16 er ein av megintræðrunum í samanleggingartilgongdini, m.a. fyri at styrkja samanhaldið næminga- og lærara millum, hækka / menna fakliga og námsfrøðiliga vitanar- og starvsstig læraranna í verki og ástøði, hetta til tess at næmingarnir skulu fáa so nógv burturúr...

les meir

PISA

12. Mar 2015

PISA kanningin í Venjingarskúlanum/Tórshavnar Kommunuskúla verður fyri allar 9. fl næmingar mánadagin tann 16 mars kl 8.30 í høllini á Stórheyggi. Næmingarnir skulu sita á sínum plássi 10 minuttir undan at kanningin byrjar. Øll amboð, sum skulu brúkast til royndina, eru tøk í...

les meir

Sólarmyrking á Argjum

10. Mar 2015

Venjingarskúlin/Tórshavnar Kommunuskúli 20. mars, tá sólarmyrkingin er, eru foreldur/avvarðandi og systkin vælkomin í skúlan at uppliva hesa serligu hending saman við okkum. 20. mars kl. 8 møta allir næmingar í skúlanum á Argjum. Skúlin...

les meir