Stjórin í útvarpstíðindunum: Skúladagurin eigur at endurskoðast.

19. Nov 2018

Landsstýriskvinnan í mentamálum hevur lagt upp til eitt orðaskifti um føroyska fólkaskúlan. Skúlastjórar halda, at skúladagarnir eru ov langir, og tað er ein bági fyri hugin hjá børnunum at læra.

les meir

LESIÁTAKIÐ: KATRIN HOLM LAS SØGU FYRI 172 NÆMINGUM

16. Nov 2018

Í sambandi við, at skúlin hevur lesiátak hendan mánaðin, var Katrin Holm í Kongagøtu og greiddi frá, um tá ið børn ikki høvdu telefonir, teldur og sjónvarp - hon tosaði um, hvussu væl henni dámdi at lesa. Og so las hon eina søgu fyri øllum 172 næmingunum í Kongagøtu.

les meir

Greið frá tínum yrki 2018

15. Nov 2018

Aftur í ár tóku næmingarnir í 8. flokkunum í Tórshavnar Kommunu lut í kunningartiltakinum ”Greið frá tínum yrki”, sum var á Reinsarínum. Gunnvør Balle, virkandi borgarstjóri, setti tiltakið, har handverkarar og onnur yrkislærd greiddu teimum ungu frá sínum yrki.

Meira á næstu síðu.

les meir

SERA VÆL NØGDAR LISTAKONUR

14. Nov 2018

Hósdagin bóru vit tíðindi um, at donsku listafólkini Clara Lidvigsen og Ida Marie Tjalve og undirvístu 6.a og 6.b. í skuggasjónleiki. Tær bóðar eru sera væl nøgdar við arbeiðslagið hjá børnunum, og tær halda, at tey fingu nógv burturúr.
Ein filmur varð tikin upp henda dagin, og hann er at síggja á næstu síðu.

les meir

Tórður tosar við Torfinn

13. Nov 2018

Torfinn var í gjár í sendingini ”Við Tórði á túri”, har hann tosaði um næmingar í starvsvenjing.
Far á næstu síðu og hoyr brotið.

les meir

Virðisløn fyri bestu marknaðarføring

12. Nov 2018

Gylta, Anna Eir, Karinbet, Maria og Vera úr 6. flokki vóru í bólkinum Apollo í FLL kappingini leyardagin. Tær vunnu besta plássið fyri marknaðarføring. Hoyrið prátið við tær í SáF varpinum.

les meir

FLL RUUUULAR :-)

10. Nov 2018

Fyrireikingin til stóra dagin í dag hava verið gevandi og læruríkir dagar fyri bæði næmingar og lærarar, og nógv foreldur hava eisini víst tiltakinum stóran áhuga, siga lærararnir.

Til ber at fylgja við tiltakinum beinleiðis. Far á næstu síðu.

les meir

4 lið úr okkara skúla eru við í FIRST LEGO LEAGUE í morgin

09. Nov 2018

Børn og ung úr øllum Føroyum fara at kappast í morgin í høvuðssætinum hjá Føroya Tele í Hoyvík. Tey luttakandi liðini í Skúlanum á Fløtum eru, Lego Panda, Stjørnan, Apolo og Space Kids.

Meira á næstu síðu.

les meir