22. Mar 2018
Nógv nýggj andlit hava verið at sæð í skúlanum seinastu vikurnar. Talan er um læraralesandi, flestu frá Setrinum, men eisini nøkur úr Danmark, sum hava verið í starvsvenjing. Trý teirra eru Rannvá Berg í Heiðunum, Eir Magnusdóttir Veihe og Maria Hammer Matras, ið hava verið í 3.b.
Les meira á næstu síðu.
21. Mar 2018
Í dag er altjóða Down syndrom dagur, og í tí sambandi eru ymisk tiltøk runt um í heiminum, ið hava til endamáls at varpa ljós á og kunna um Down syndrom. Í Heimara gingu fleiri næmingar við bláum neglum í morgun.
Meira á næstu síðu.
19. Mar 2018
Førleikastovan skipar regluliga fyri akt-tiltøkum. Akt stendur fyri atferð, kontakt og trivnað.
16. Mar 2018
Í morgun skipaði næmingaráðið fyri dansi í skúlahøllini í eindini á Argjum. Tað eru 7. og 8. flokkur, ið halda til á Argjum
16. Mar 2018
Í 8.ð er ein bólkur í heimkunnleika. Fríða Eysturoy er lærarari teirra, og í dag gjørdu tey hesar leskiligu lagkøkurnar. Frálík kulinarisk og skapandi avbjóðing við góðum úrsliti.
16. Mar 2018
5. a hevur í eina tíð í kristni arbeitt við samkomum í Føroyum. Ein av teimum er Frelsunarherurin, og í tí sambandi hava tey verið niðri í Tórgøtu og vitjað Frelsunarherin.
15. Mar 2018
Málningarnir hugtaka, og stóru hendurnar á ommunum fáa børnini at hugsa. Spurningar fáa svar, og svarini føða aðrar spurningar. Líti fuglurin og hegnið ganga aftur, stóra fjallið myndast í sínum veldi, stórt og smátt, kalt og fjálgt, fjøtrað og fræst.
Meira á næstu síðu
14. Mar 2018
Øll børn í Føroyum hava rætt til fyribyrgjandi heilsukanning hjá kommunulækna, tá ið tey fara í skúla, og tá ið tey fara úr skúlanum. Hetta er liður í almenna tilboðnum til øll børn og ung í Føroyum um fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna.