Eigi eg at velja týskt í 8. og 9. flokki?

07. Feb 2018

Í hádeildini kanst tú velja týskt. At byrja eitt nýtt mál nú hevur fleiri fyrimunir: tað fellir tær lættari at læra mál, jú fyrr tú byrjar, og jú færri ár ganga millum hvørt málið. Lærir tú málið í minst 3 ár, økist førleikin munandi at halda tað við líka og brúka tað seinni; eisini fert tú at skilja føroyska mállæru betur.

Frætt meira.

les meir

ALNETIÐ: VITAN OG HUGURÐIR SKAPA ATBURÐ

06. Feb 2018

Situr barnið í heilum einsamalt og hyggur at filmi, mennist tað ikki. Sosialir miðlar eru bæði vinur og fíggindi.
Í dag er TRYGGARI INTERNETDAGUR - hoyr boðskap frá løgmanni.

Meira á næstu síðu.

les meir

KUNNING UM FØSTULÁVINT

06. Feb 2018

Fríggjadagin 9. feb. 4. og 5. tíma fara allir flokkar upp á gólv. Føstulávintshaldið verður s á hvørjari eind sær mánadagin 12. feb. Týsdagin er vanlig skúlagongd.

les meir

Næmingaráðið á Argjum

05. Feb 2018

Á gongini í eindini á Argjum hongur eitt uppslag við mynd og nøvnum á teimum átta, ið manna næmingaráðið fyri 7. – 8. flokk. Hetta er eitt av fýra næmingaráðum í Skúlanum á Fløtum. Hvør flokkur velur eitt umboð og eitt tiltaksumboð í næmingaráðini. Valið er galdandi í eitt ár og fer fram í september.

les meir

Kongagøta: Upp á gólv

02. Feb 2018

Í Vetur hava tey í Kongagøtu dansað føroyskan dans hvønn fríggjadag. Tey kvøða Veturin kom við kulda og kava, Burtur á heiði, og Øskudólgur og sópingarkona.

les meir

FÆRRI NÆMINGAR Í FYRSTA FLOKK

02. Feb 2018

246 børn eru fráboðað at byrja í fyrsta flokki í Tórshavnar kommunu í summar, og tað er ein minking upp á 14% borið saman við í fjør.

Meir á næstu síðu.

les meir

FÓTBÓLTSRÁSIN: GEV TEG, STYRK TEG, MENN TEG!

31. Jan 2018

Onnur ítróttarrásin komandi skúlaár verður fótbóltsrásin. Á fótbóltsrásini eru fakliga dugnaligir og royndir lærarar og útbúnir venjarar við tilknýti í feløgunum. Jákup Thomsen, Símun Sólheim og Hanus Sørensen eru fyrrverandi næmingar, síggj teir í ykmyndini á næstu síðu.

les meir

TILMELDING TIL 9. FLOKS HONDBÓLTS- ELLA FÓTBÓLTSRÁS

29. Jan 2018

Ítróttarrásin í Skúlanum á Fløtum er frá í summar í tveimum. Onnur rásin er fótbóltur, og hin rásin er ein handbóltsrás.

Á næstu síðu er kunning og leinki til tilmelding.

les meir