Norðurlandahúsið fullsett

 

Norðurlandahúsið fullsett

 

Hátíðarløtan í gjár, tá ið næmingarnir fingu handa prógvini, var stak hugnalig. Júst lidnu próvtakararnir, einir 130 í tali,   sótu á stóra pallinum vendandi móti stúgvandi fullum sali av foreldrum og avvarðandi. Aftan fyri stóð barnakórið í Heimaras skúla og sang tveir vakrar sangir.  Regin stjóri helt røðu og handaði prógvini saman við Marilynvarastjóra.  Næmingastrúkarar spældu eitt lag, og at enda sungu øll tjóðsangin saman.

Góðu næmingar, takk fyri farnu níggju árini og blíðan byr á leiðini fram.