VIT ERU IKKI ALTÍÐ SAMD, OG TAÐ ER Í FÍNASTA LAGI

 

“Tit hava øll tykkara meiningar, summar líkjast rættiliga  nógv tí,  onnur halda, og aðrar meiningar eru púra ymiskar. Tað er fínt at meina ymskt, tað kann mann gott, og tað gera vit vaksnu eisini. Eg meini helt vist  okkurt, sum Begga ikki meinar, sum Allan ikki meinar, sum Jørgin ikki meinar ella sum  Katrin ikki meinar. Vit eru ikki altíð samd, og tað er í fínasta lagi. Nú fari eg aftur at vísa tykkum eitt filmsbrot...”

 

Vit eru í Læraraskúlahøllini, við borðini sita næmingar í bólkum, og lýða á, frammi við pallin stendur Anna og greiðir frá. Hon er SSP lærari, í dag eru tey í 4.a, 4.b og 4.d  á evnisdegi, ið ber heitið  Tryggari á netinum. Millum borðini ganga aðrir lærarar: Allan, Begga, Katrin K og  Jørgin við  iPhone myndatólinum. Á hvørjum borði liggur ein bunki við kortum. Við hvørt borð skal tann næmingur, ið seinast hevur  havt føðingardag, taka ovasta kortið og lesa. Anna tekur eitt kort fram sum dømi og har stendur: 

Tú heldur, at øll hini í flokkinum hava facebook, foreldrini hjá tær vilja ikki lova tær á facebook. Hini í flokkinum siga, at tú kanst bara gera tær ein falskan brúkara, so uppdaga foreldrini tað ikki. Hvat gerst tú?

 

Nú fyrstu kortini eru lisin  skulu tey, sum sita við borðini, koma við boðum. Tá ið tað er liðugt, hava tey ein støðg, og evnisdagurin heldur fram henda mikumorgunin. 

 

SSP

SSP er eitt samstarv millum skúla, sosialar myndugleikar og politiið. Á Barnaverndarstovu Føroya er ein samskipari og á øllum skúlum eru SSP lærarar. Uppgávurnar eru ymiskar m.a. at vegleiða á skúlanum um tilfar og undirvísing í SSP høpi, fylgja væl við tí , sum fer fram millum næmingarnar á skúlanum, ráðgeva starvsfeløgum í einstaklingamálum o.a.

SSP, fylg slóðini HER.

Myndir: jú