Fía Haldursdóttir Smith, Heiðrun Erlingsson Hammer og Hjarnar Herálvsson Kollslíð næmingar í 9. ð, 2016-2017, leggja frá. Høvuðsevnið var TAÐ GÓÐA LÍVIÐ og partsevnið var FØROYINGAR Í FÁTÆKRAVÁÐA

VERKÆTLAN Í 9. FLOKKI

VERKÆTLAN Í 9. FLOKKI

 

Verkætlanarvikan í 9. flokki  byrjar mánadagin 29. feb. kl. 8:00 og endar fríggjadagin 2. feb. kl. 12:00. Høvuðsevnið fyri verkætlanaruppgávuna hesaferð er Føroyar 2017/18.


Flokslærarar og vegleiðarar í sambandi við verkætlanarvikuna hjá  9. flokki eru: Malan Eyðunsdóttir, Malan Dahl, Barbara Krossteig Olsen, Bergur Rasmussen og Eddie Joensen.  Jónfríð Jóannesarson arbeiðir við teimum næmingunum, sum hava valt íverksetan. Teirra íverksetanarhugskot verður uppgávan, sum tey lata inn og leggja fram. FM í íverksetan verður  23. februar. Mánadagin, týsdagin og mikudagin í aðru verður próvdømt.


 Tíðir o.a.:

Næmingarnir møta hvønn morgun kl 8 til morgunsamling hjá sínum lærara. Her verður tryggjað, at allir næmingar/bólkar eru klárir til dagin og eingi ivamál eru.

Næmingarnir kunnu arbeiða á skúlanum, so leingi lærarar eru til staðar. 

Næmingar kunnu arbeiða aðrastaðni enn á skúlanum eftir avtalu við lærara.

Næmingarnir møta aftur á skúlanum kl 13 mánadag, týsdag, mikudag og hósdag at taka samanum saman við sínum lærara. Avtalur kunnu tó gerast  við bólkar um undantak, so tey ikki nýtast at koma aftur á skúlan kl 13.

 

Mánadag, 29. feb. til fríggjadag 2. feb.

Verkætlanararbeiði

 

Fríggjadagin 2. februar kl. 12.00 

Verkætlanaruppgávan skal latast inn. Tað er:

Loggbók:

hon telur við í próvdømingini.

Skrivligt tilfar:

Minsta krav til skrivligt avrik er ein synopsa. Verður uppgáva skrivað, er hon at rokna sum ítøkiligt avrik. 

Ítøkiligt avrik:

Ítøkiligu avrikini skulu vera liðug fríggjadagin og latast inn. Men hava næmingarnir brúk fyri avrikunum til at fyrireika seg til framløguna, kunnu teir fáa avrikini við heim. Næmingarnir kunnu tó ikki arbeiða víðari við avrikunum.

 

Mánadagin 8.feb, týsdagin, 9. feb, mikudagin 10. feb

Framløgur og próvdøming

 

Les um framløgu í fjør HER.