Vælkomin í 1. flokk í Skúlanum á Fløtum

Freistin at skriva inn  næmingar til 1. flokk er fríggjadagin 19. januar, t.v.s, at bert   tveir dagar eru eftir.  Tilmelding til 1. flokk í Skúlanum á Fløtum fer fram HER.

Frítt skúlaval  er í Tórshavnar kommunu, og vit halda, at Skúlin á Fløtum er eitt gott val.  Skúlastjórin sigur soleiðis: “Okkara skúli er ein góður skúli, sum er settur saman av ógvuliga dugnaligum starvsfólkum, ið duga at taka sær av næmingunum - tað snýr seg bæði um trivnaðin og innlæringina. Vit elska okkara arbeiði, og vit elska at hava við børn at gera og at vera partur av at mynda framtíðina tey komandi ættarliðini. Tað er tí vit eru her."

 

Tobias gongur í 1. flokki, og honum dámar væl í Skúlanum á Fløtum:  “Í skúlanum læri eg at lesa, og eg læri eisini at rokna, og eg haldi, eg læri eisini at spæla. Tað er gott, at frítíðarskúlin liggur tætt við, tú kanst fara í Grasagarð, tú kanst eisini vera í skúlanum, og tú kanst eisini fara í Reyða hús, og tú kanst fara í eitt, sum eitur verkstaðið

Angelika er tónleikalærari, og hon sigur:  “Í Litir í Leiki verður roynt at gera  tónleik so barnavinarligan sum møguligt.  Nótar eru ikki svartir nótar, tá ið tú byrjar, men tú nýtir litir  og djór, og tú lærir rættiliga nógv at syngja eftir oyrum og at menna tað innara oyrað.”

Ann-Mary hevur drúgvar royndir sum innskúlingarlærari: “Tað er umráðandi fyri okkum at hava gott samstarv við foreldrini. Tað er  ein fortreyt fyri, at børnini trívast her, og at tey læra. Her í okkara skúla leggja vit stóran dent á, at allir næmingar fáa eina góða lesitilgongd , og vit klára tíðliga at lofta teimum næmingum, ið hava avbjóðingar í tilgongdini.”

Innskúlingin í Skúlanum á Fløtum húsast í skúlanum í Kongagøtu. Teir næmingar, sum í ár koma í 1. flokk, flyta í spildur nýggja skúlan úti á Fløtum í august mánað 2020. 1.,2. og 3. flokkur koma tá at halda til niðast í nýggja stásiliga skúlabygninginum.


Her er ymist at skíggja frá innskúlingini - fylg slóðunum:

Mótasýning í Kongagøtu

1. flokkur: Syngjandi næmingar á ebenezertrappuni

Biografdagur í Kongagøtu

Í Kongagøtu dámar teimum væl at syngja

Hopla og handatváttur

150 røddir: Vit eiga størsta og besta kóri í Norðuratlantshavi

Faðirvorið: Barnakórið syngur Faðir vár á íslendskum

Komandi næmingar vitjaðu

Innskúlingin í listahýri

Kongagøta: Fróði Benjaminsen kom inn á gólvið

Leikdagur í miðbýnum

Fyrstu ferð í skúla

Skapandi og hugkveikjandi næmingar

Kórsangur í Steinatúni

Gallaveitsla í Kongagøtu

Grýlu catwalk

Sanggleði í Kongagøtu

Stórmeistarin í Kongagøtu

Glaða spæliliðið

Stuttleiki, óteljandi karmar, spæl og nógv gongd

Barnalist: Hugfarsligar sjálvsmyndir

 Tey ótu morgunmat úti

Nú eru tey komin í skúla

Tey yngstu spílaðu seg út

Stuttligir roknitímar í 1. flokki

Vesturkirkjan av á tremur við spentum áhoyrarum

Einki er sum ein góð barnatekning


Síggj eisini filmin niðanfyri.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=GH7T0dqiZWA&t=10s]