U-17: FIMM AV ÚTTIKNU LEIKARUNUM GANGA Í 9.F

Í døgunum 21. til 26. apríl fer føroyska U17-landsliðið við dreingjum til Estlands, har UEFA menningarkapping er á skránni. Umframt Føroyar og vertslandið, eru Litava og Liktinstein eisini við í kappingini.

 

Áki Johansen er venjari hjá U17-liðnum, og hann hevur nú, saman við hjálparvenjaranum, Jens Kristian Hansen, sett navn á teir 18 spælararnar, ið hava fingið landsliðsboð til kappingina í Estlandi. 


Tað merkisverda fyri okkum í Skúlanum á Fløtum er, at fimm av úttiknu  leikaranum koma úr  okkara skúla.  Teir ganga allir í 9.F, fótbóltsflokkinum, men  byrjaðu í 8.F fyri skjótt tveimum árum síðani. Talan er um Emil Weihe Joensen, Samuel Chukwudi, Mattias Weihe Joensen, Martin Agnarsson og Eyðbjørn Østergaard.


Vit ynskja U-17 landsliðnum og okkara monnum á liðnum bestu eydnu í Estlandi. Vit eru stolt av tykkum.


Frættið meira  á heimasíðuni hjá FSF við at fylgja slóðini  HER.

 

Keldur: fsf.fo, PR

Mynd: Petur Reinert