Tryggari á netinum

SSP er ein tvørfaklig samstarvsskipan millum fakbólkar, ið fáast við børn og ung. Endamálið er at savna, samskipa og fremja felags fyriskipanir, sum skulu fyribyrgja kriminaliteti og skaðandi atburði millum børn og ung. Skúlin hevur ein týðandi leiklut í SSP-samstarvinum, og í flestu førum virkar skúlin sum pallur fyri átøkum í SSP-høpi. Nøkur afturvendandi átøk verða skipað á ávísum floksstigum í øllum skúlum í landinum. Eitt av teimum er fyri næmingar í 4. flokki, og eitur Tryggari á netinum.


4.a, 4.b og 4.d høvdu SSP dag í  í auluni í morgun við fjølbroyttari skrá:

·      Bólkaarbeiði – kjak um tvístøður úr frá tvístøðukortum

·      Plenum – spurningar um ymsar sosialar miðlar

·      Spurningar til hvønn annan – ganga runt spyrja/svara

·      Rolluspæl: Loys 3 tvístøður

·      Samskifti á netinum – upplegg + spurningar

·      Reglur fyri brúk av netinum Aldursmørk, loyvi o.s.fr.


Anna Dalsgaard, sum er ein av flokslærarunum, greiðir soleiðis frá:

”Vit hava valt at hava ein dag fyri øllum 4. flokkunum fyrrapartin, her vit tosa um, hvussu vit kunnu ferðast trygt á alnetinum. Tað er í sambandi við,  at eitt av evnunum í  máli og miði hjá SSP eitur Tryggari á netinum. Hetta evnið er ætlað næmingum í 4. flokkunum.

Umframt at hava henda verkdagin, arbeiða vit eisini frameftir – eitt nú taka flokslærararnir onkur viðkomandi evni upp í flokkunum, og  í komandi viku verður  foreldrafundur, har Elin Michelsen kemur at siga frá um ymist, sum gongur fyri seg á netinum. Foreldrini fáa kunning um vandar, og um hvat ið netið kann nýtast til av góðum.  Høvi verður at sita í bólkum, práta um viðkomandi evni, t.d. um hvat er hent at vita,  og hvørjar avbjóðingar, tey  kunnu koma út fyri sum foreldur. Hava tey hug til at gera onkrar avtalur, so er møguleikin  gyltur tá.”


Í meðan heimasíðan prátar við  Onnu, ganga børnini runt á gólvinum við   seðli í hondini og tosa  hvørt við annað.   Spurningarnir allir hava okkurt  við ábyrgd og netið at gera, men eingin  er eins. Meðan tey flyta seg, skulu tey gjarna grunda yvir setningin, tey sjálvi hava og um tað,  onnur spyrja um. Ein  ljóðar  t.d.: ”Hvat brúki eg mín ipad til?”.  Svarini eru  sum vera man  sera ymisk, tí teldilin kann nýtast til so nógv.


Anna sigur, at  henda venjingin eisini er eitt frískt  sosialt tiltak, har tey koma at práta við onnur, sum tey kanska ikki tosa so nógv við í gerandisdegnum.


Tá ið heimasíðan fer avstað aftur, fáa næmingarnir at vita, at nú er stundin komin til at venja rolluspøl.  Og úti í gongini koma tríggir næmingar á veg inn i høllina, tað eru Kári, Jóhanna og Markus.


Hoyr prátið við tey í upptøkuni niðanfyri.

 

 

 

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=0ulcIeFtChg&feature=youtu.be]