TRÚGVIR TÆNARAR

 

Lærarar og onnur starvsfólk plaga at vera til  jólabroðhald síðsta skúladag fyri jól, og tá er eisini vanligt at heiðra fólki, ið hava rundar og hálvrundar starvsdagar. Soleiðis var eisini í ár, har ikki færri enn sjey lærarar fingu blómur, gávur og góð orð frá stjóranum, sum skúlans vegna sýndi takksemi  fyri trúskap. 

 

Tey heiðraðu eru hesi:

 

15 ára starvsdag

Bergur Rasmussen

Ingun Hentze

Malan Dahl

Margreth Veihe

Mary Ann Hansen

 

20 ára starvsdag

Ann-Mari av Skarði

 

30 ára starvsdag

Katrin Heradóttir

 

Myndir: jú