TILMELDING TIL 9. FLOKS HONDBÓLTS- ELLA FÓTBÓLTSRÁS

Ítróttarrásin í Skúlanum á Fløtum  er frá í summar  í tveimum. Onnur rásin er fótbóltur, ið hevur verið fastur partur av tilboðnum í skúlanum í nøkur ár. Hin rásin, ið er nýggj, er ein hondbóltsrás. 

-Vit eru ómetaliga spent upp á hetta nýggja tilboðið, sum umframt 8.fl eisini fevnir um 9.fl. Tí vit síggja jaligu árinini, ið fótbólturin hevur havt á fleiri av okkara næmingum, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri á skúlanum á Fløtum. 

Nýggja handbóltsrásin er eitt samstarv millum Skúlan á Fløtum, Neistan og Kyndil. Umframt Eddie Joensen, sum í fleiri umførum hevur verið venjari í bestu mansdeildini í hondbólti, verða venjarar úr Neistanum og Kyndli partar av venjaratoyminum á hondbóltsrásini. Hetta er sami leistur, sum skúlin nýtir á fótbóltsrásini, har útbúnir venjarar við tilknýti í feløgunum hava staðið á odda. Venjaratoymið í ár hevur verið Jan Dam, Sigfríður Clementsen og Lukasz Cieslewicz 

 

Næmingar, ið ynskja at gerast partur av handbólts- ella fótbóltsrásini í 9. fl  í Skúlanum á Fløtum komandi skúlaár, kunnu søkja um upptøku á leinkinum niðanfyri.


Innskriving til hondbólts ella  fótbóltsrás í 9. flokki fer fram  HER.