Næmingar í 9.F, fótbóltsflokkinum, á ítróttarnámsferð í Danmark.

Tíðindaskriv

SKÚLIN Á FLØTUM SKIPAR HÁDEILDINA Í RÁSIR FRÁ NÆSTA SKÚLAÁRI


Komandi skúlaár verður hádeildin í Skúlanum á Fløtum skipað í rásir. Fyrstu rásirnar verða ALMENN RÁS og ÍTRÓTTARRÁS. Um eitt ár er ætlanin eisini at fara undir eina HANDLIGA RÁS. 

Almenna rásin er 8. og 9. flokkur, sum vit vanliga kenna teir, tó verða næmingarnir førleikabýttir í føroyskum, støddfrøði og enskum. Umframt kravdu lærugreinarnar fara næmingarnir eisini at kunna velja týskt, alis-/evnafrøði, smíð, køk, handarbeiði, myndlist, tónleik, íverksetan og skrivigleði. Skúlin hevur ikki umstøður at bjóða út motorlæru og jarnsmíð  enn, men tá ið nýggi skúlin stendur liðugur í 2020,  verða hesar lærugreinar eisini bodnar út. 

Ítróttarrásin verður í tveimum. Onnur rásin er fótbóltur, ið hevur verið fastur partur av tilboðnum í skúlanum í nøkur ár. Hin rásin, ið er nýggj, er ein handbóltsrás. 

-Vit eru ómetaliga spent upp á hetta nýggja tilboðið. Tí vit síggja jaligu árinini, ið fótbólturin hevur havt á fleiri av okkara næmingum, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri á skúlanum á Fløtum. 

- Við at víðka um ítróttarrásina við enn eini stórari ítróttargrein, kunnu vit breiðka skarðan av næmingum, ið kunnu njóta gott av einum tilboði, har skúli og ítróttur ganga hond í hond. 

Nýggja handbóltsrásin er eitt samstarv millum Skúlan á Fløtum, Neistan og Kyndil. Umframt Eddie Joensen, sum í fleiri umførum hevur verið venjari í bestu mansdeildini í hondbólti, verða venjarar úr Neistanum og Kyndli partar av venjaratoyminum á hondbóltsrásini. Hetta er sami leistur, sum skúlin nýtir á fótbóltsrásini, har útbúnir venjarar við tilknýti í feløgunum hava staðið á odda. Venjaratoymið í ár hevur verið Jan Dam, Sigfríður Clementsen og Lukasz Cieslewicz 

Næmingar, ið ynskja at gerast partur av handbólts- ella fótbóltsrásini í Skúlanum á Fløtum komandi skúlaár, kunnu søkja um upptøku á heimasíðuni hjá skúlanum saf.fo.

Vælkomin í 8.fl.pdf